Tíðindi

17. nov 2021

Nýggj kunning frá kommunulæknanum

Frá læknaviðtaluni á Strondum

Av tí, at tað eru nógvir tilburðir av covid19 í Føroyum, vera ávís tiltøk sett í verk fyri at minka um vandan fyri smittuspjaðing í viðtaluni.

Ynskiligt er, at tey, sum ikki eru vaccineraði brúka masku tá tey koma í viðtaluna. Møguleiki er at fáa masku frá viðtaluni, hesar hanga í bíðirúminum.

Royni og haldi frástøðu hvør frá øðrum í bíðirúminum, og spritta hendur. Spritt er tøkt á fleiri støðum í bíðirúminum.

Hevur tú sjúkueyðkenni, sum minna um eyðkennini við corona, so sum fepur, pínu í hálsinum, hostar, snorar illa,  eigur tú at lata teg testa.
Vit vilja gera vart við, at um tørvur er á bráðfeingis læknahjálp, er altíð møguligt at fáa tíð, eisini um ein hevur omanfyri nevndu eyðkennir.

Fyri at bíleggja tíð ella ráðgeving í mun til omanfyristandandi, eru tit vælkomin at ringja 477040.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
05. nov 2026
Jamilla á Café Bella
04. nov 2026
Sámuel bæði steypavinnari og føroyameistari
03. nov 2026
Kim Simonsen fær amerikanska virðisløn fyri yrkingar­savn
03. nov 2026
Lítlifløttur 20 ár
30. okt 2026
Handahornið týskvøldið 3. nov.
30. okt 2026
Kommunustýrisfundur 29.10.2026
29. okt 2026
Minningarhald teirra sjólætnu
29. okt 2026
Helgi spyr lands­stýrismannin um rundkoyring

Send boð til Sjóvar kommunu