Tíðindi

09. okt 2020

Almenn svimjing mikudagin í heystfrítíðini

Í ár verður møguligt at svimja mikudagin 14. oktober í heystfrítíðini.

Vanliga plagar almenna svimjingin at fylgja skúlagongdini í Stranda skúla, soleiðis at svimjihylurin er stongdur í heystfrítíðini.

Men vegna góða undirtøku til almenna svimjing mikudagar í seinastuni, hava vit valt at hava almenna svimjing mikudagin í heystfrítíðin. Mikudagar er hylurin opin soleiðis:

Mikudag (hylurin hitaður til 30 stig)

kl. 16.00 - 17.00: Familjur við pinkubørnum
kl. 17.00 - 20.00: Familjur við børnum 
kl. 20.00 - 21.00: Menn og kvinnur

Mánadagin 12. oktober og leygardagin 17. oktober verður eingin almenn svimjing vegna heystfrítíð.

Opið verður aftur sum vanligt eftir heystfrítíðina.

Nær svimjihylurin vanliga er opin, kostnaður at svimja og annað, sæst her.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
21. mai 2026
Skráin fyri Kom-Út-Vikuna 23.-31. mai 2026
27. mai 2026
Skráin fyri mikudagin 27. mai á Kom-út-vikuni 2026
27. mai 2026
Kom-út-vikan, sangur, list og dansur
27. mai 2026
Kom-út-vikan, myndir frá útisjónleiki­num 25. mai
27. mai 2026
Kom-út-vikan 2026. Myndir frá kvinnu­kvøldi­num 23. mai
26. mai 2026
Útferð hjá pensjónista­felag­num í Sjóvar sókn
26. mai 2026
Skráin fyri týsdain 26. mai á Kom-út-vikuni 2026
25. mai 2026
Skráin fyri 2. hvítusunnudag á Kom-út-vikuni 2026

Send boð til Sjóvar kommunu