Tíðindi

20. sep 2020

Spæliplássið tikið í nýtslu

Í gjár, leygardagin 19. september, varð nýggja spæliplássið við Stranda skúla tikið í nýtslu.

Helga Bára Mohr Vang, forkvinna í skúlastýrinum, byrjaði løtuna við at bjóða vælkomin og takkaði kommunustýrinum fyri vælvild í samband við spæliplássið. Síðani greiddi Artur Johansen, borgarstjóri, frá tilgongdini at byggja spæliøkið, áðrenn 11 ára gamla Sofía Høj klipti snórin til nýggja spæliplássið. Aftaná bjóðaði kommunan kaffi og okkurt til børnini.

Nógv børn vóru møtt at royna nýggju leikurnar, og tey tóktust at vera væl nøgd við nýggja leikøkið.

Nógv fólk hava havt ein leiklut í, at nýggja spæliplássið nú er vorðið veruleiki. JHF-Teknistova, við Jóhan Funn, hevur teknað økið, HV-Grevstur, við Karsteni Joensen, hevur staðið fyri jørðarbeiðnum, leikurnar eru keyptar frá Artic Import, og Hjálpirót hevur sett leikurnar upp og lagt gummi rundan um leikurnar.

Skúlastýrið eigur eisini sín stóra leiklut í tilgongdini við nýggja spæliplássinum.

Hóast spæliøkið liggur við Stranda skúla, og sjálvandi fer at verða nýtt av næmingunum har, er spæliplássið alment fyri øll allar tíðir á degnum.

Onkrir snøklar eru eftir at gera í økinum rundan um leikurnar. Hetta arbeiðið verður gjørt í næstum. 

Niðanfyri eru nakrar myndir frá løtuni í gjár. Helga Bára Mohr Vant hevur tikið myndirnar.

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
23. okt 2026
Kommunustýrisfundur 29. oktober
23. okt 2026
Pensjónista­felagið í Sjóvar sókn: Jólaborð, Ræstkjøtsveitsla
23. okt 2026
Gera kommunur­nar meira demensvinarligar
23. okt 2026
Eliesar Høj 90 ár
22. okt 2026
Støkk-inn koppseting á Strondum
20. okt 2026
Varaleiðari til Lítlafløtt
19. okt 2026
VENJING Í EYSTUR­OYARTUNLI­NUM Í KVØLD
14. okt 2026
Strálan skipar fyri eydnuhjóli

Send boð til Sjóvar kommunu