Tíðindi

16. sep 2020

Strandingar hava keypt Østerfjord

Línuskipið, sum er keypt úr Noregi, kemur í flotan síðst í oktober.

Felagið  M&S Strendur hevur keypt norska frystilínuskipið Østerfjord. Skipið skal avloysa Kamb, sum felagið hevur selt til Vestmanna.

Tað skivar Føroyska Sjómansmissiónin á facebook.

Østerfjord er bygdur í 1998. Hann er 46 metrar langur og 11 metrar breiður, og tekur 320 tons.

Skipið hevur dragibrunn, sum merkir, at teir draga línuna upp gjøgnum skipið.

Frammanundan er tað bara eitt línuskip í landinum, sum hevur dragibrunn, og tað er Klakkur, sum eisini er keyptur úr Noregi. Klakkur kom til Føroya 9. januar.

Tað eru fleiri fyrimunir við dragibrunni, og Klakkur hevur fiskað væl, síðani hann kom í flotan.

Í góðum standi

Mortan Mortensen, skipari á Kambi, sum eisini eigur í felagnum M&S Strendur, sigur við facebooksíðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini, at Østerfjord er í góðum standi, men at nakrar fáar umvælingar skulu gerast, áðrenn skipið fer til fiskiskap.

Nýggi Kambur kemur til Føroya síðst í oktober.

Hóast nýggja skipið er 22 ára gamalt, er tað 11 ár yngri enn verandi Kambur.

Sjóvar kommuna ynskir eigarunum góða eydnu við nýggja skipinum.

 

kelda: www.kvf.fo

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
19. okt 2026
VENJING Í EYSTUR­OYARTUNLI­NUM Í KVØLD
14. okt 2026
Strálan skipar fyri eydnuhjóli
14. okt 2026
Eitt sindur av hvørjum - nýggjur bóklingur frá Ragnar Danielsen
13. okt 2026
Tekna teg sum lim í Vakstrarøki­num á Strondum
13. okt 2026
Varaleiðari til Lítlafløtt
13. okt 2026
Chrismas Child
09. okt 2026
Loppu­marknaður og kaffisølu á Café Bellu
08. okt 2026
Stranda kvøldskúli nýggja heimasíðu

Send boð til Sjóvar kommunu