Tíðindi

11. sep 2020

Christmas Child

Christmas Child verður í Missiónshúsinum á Strondum sunnukvøldið 25. oktober kl.18.00.

HVAT ER CHRISTMAS CHILD?

Christmas Child er eitt tiltak, sum seinastu árini hevur glett líðandi børn við at geva teimum eina skógvaeskju við gávum. Ein skógvaeskja broytir ikki heimin, MEN hetta hevur havt alstóran týdning fyri mong børn kring heimin, síðani tiltakið byrjaði í 1993. Operation Christmas Child er partur av vælgerandi felagsskapinum Samaritan’s Purse, sum eisini skipar fyri øðrum hjálpararbeiði millum neyðstødd. Eskjurnar í ár fara til Moldova.

Meir kunning um Christmas Child fæst við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. 

Christmas Child Faldarin 2020

 

Minnist til at lata 40 kr. pr. eskju í ein brævbjálva omaná eskjuna.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Christmas Child nevndin í missiónshúsinum á Strondum:

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
17. nov 2026
Minnisøkið í Kolbeinagjógv
13. nov 2026
Kommunustýrisfundur 19. nov.
13. nov 2026
Lands­stýris­maðu­rin er sinnaður at viðgera málið um rundkoyring
12. nov 2026
Skatta­listin fyri 2025
09. nov 2026
Marknaðardagur í bygdahúsi­num 15. nov.
09. nov 2026
Lítlifløttur 20 ár
04. nov 2026
Sámuel bæði steypavinnari og føroyameistari
03. nov 2026
Kim Simonsen fær amerikanska virðisløn fyri yrkingar­savn

Send boð til Sjóvar kommunu