Tíðindi

24. jul 2020

Ólavsøka á Strondum

Sum kunnugt verður ólavssøkan í Havn øðrvísi og munandi skerd í ár í mun til vanligu skránna. Vegna hesar serligu umstøður verða kanska færri strandingar, sum leita sær suður til høvuðsstaðin at hátíðarhalda ólavsøkuna. Neyðugt er tó ikki at harmast almikið, tí ólavsøkudag verður skipað fyri eini mini-útgávu av ólavsøkuni í Strandatúni á Strondum. 

Í hesum sambandi vilja vit heita á tykkum borgarar um at luttaka við tykkara ískoyti, soleiðis at vit hvør sær og í felag kunnu seta okkara dám á ólavsøkuna. Vit í Sjóvar kommunu eiga eina rúgvu av kreativum og evnaligum sálum, og tí vilja vit geva tykkum møguleikan at hava ein virknan leiklut við tykkara serstøku hugskotum. Ongar avmarkingar eru fyri, hvat borðreitt verður við, og tískil eru øll hugskot vælkomin.

Eitt hugskot kundi verið at havt básar, sum selja ymiskar vørur. Hetta kundi bæði verið okkurt til matna/drekka, heimagjørdir prýðislutir og líknandi, ting og klæðir seld í endurnýtslu o.s.fr. Eisini hevði verið forvitnisligt og hugtakandi, um onkur vil luttaka við einum ískoyti til undirhald - í breiðum týdningi. Her kann bæði verða talan um spæl- og sangframførslur, hugleiðingar, skemt o.s.fr. Eisini er møguligt og eitt gott høvi hjá áhugabólkum og/ella einstaklingum at skipa fyri einumhvørjum tiltaki í samband við dagin.  

Borð og benkur verða sett upp í Strandatúni, soleiðis at fólk kunnu seta seg niður at eta ella bara at hugna sær og njóta ólavsøkuløtuna á Strondum.

Vit runda ólavsøkudámin á Strondum av á midnátt við midnáttarsangi. Annaðhvørt samsenda vit við Kringvarpi, ella verður sangurin leiddur av góðum lokalum sang- og tónleikakreftum. 

Vit vóna, at tit eru hugskotsrík, soleiðis at vit í felag kunnu skapa eitt hugnaligt, fjølbroytt og samansjóðandi umhvørvi í Strandatúni ólavsøkudag.

Vit vilja sera fegin hoyra frá øllum tykkum, sum hava hug at luttaka við onkrum til dagin. Mánadagin ætla vit at koma við einari lítlari skrá fyri dagin. Tit hava tí til á middegi mánadagin at siga frá, um tit hava hug at selja ella skipa fyri onkrum. Tit siga frá á tlf. 232725 ella við at skriva til bardur@sjovar.fo.

Við vón um góða undirtøku.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
05. nov 2026
Jamilla á Café Bella
04. nov 2026
Sámuel bæði steypavinnari og føroyameistari
03. nov 2026
Kim Simonsen fær amerikanska virðisløn fyri yrkingar­savn
03. nov 2026
Lítlifløttur 20 ár
30. okt 2026
Handahornið týskvøldið 3. nov.
29. okt 2026
Minningarhald teirra sjólætnu
29. okt 2026
Helgi spyr lands­stýrismannin um rundkoyring
28. okt 2026
Stór málninga­framsýning og søla í bygdahúsi­num á Strondum

Send boð til Sjóvar kommunu