Tíðindi

17. feb 2020

Ongan posa eftir?


Hevur tú ongan posa eftir?
 

IRF ber nýggjar posar út í viku 12 og 13.

Í viku 12 verða grá rull borin út, og í viku 13 verða tey hvítu rullini borin út. Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta strekkir til, at IRF heintar ein posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til hvørt hálvár.

Tá 6 fólk ella fleiri eru í húskinum, hevur tú rætt til fleiri posar, og fært tú teir við at boða kommununi frá. Síðani boðar kommunan IRF frá, sum skrásetir tykkum sum stórt húskið.

Manglar tú posar áðrenn viku 12, eru ov nógvir posar nýttir.

Innsavnararnir hjá IRF taka bert gráu, hvítu og reyðu posarnar frá IRF og ikki aðrar svartar ella gráar posar.

Hvítu posarnir hjá IRF skulu bert nýtast til reint papp og pappír. Er annað burturkast í, verða teir ikki tiknir. Hvat kann eg lata í hvíta posan?

Í Stranda Sentrum kanst tú keypa gráar IRF-posar. Rullini við gráum posum kosta uml. 150 kr. og 5 posar eru í hvørjum rulli. Orsøkin til, at keypsposarnir frá IRF kosta meira enn vanligir svartir posar, er, at hesin prísur er íroknaður tænastuna frá IRF, har burturkastið verður heintað og burturbeint á rættan hátt.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
27. mar 2026
Leikurin Upphav í bio-salinum í bygdahúsi­num á Strondum
13. apr 2026
Kvøldskúla­framsýningin 2026 í myndum
13. apr 2026
Sjómansk­vinnu­ringu­rin
10. apr 2026
Pauli til Ringsted
09. apr 2026
Ársaðalfundur hjá Sjóvar sóknar pensjónista­felag
08. apr 2026
Kvøldskúla­framsýningin 2026
07. apr 2026
Vár við lýggjum vindi
01. apr 2026
Gleðiligar páskir

Send boð til Sjóvar kommunu