Tíðindi

24. jan 2020

Søkt verður eftir sernámsfrøðingi

Sernámsfrøðingur til dagstovnin Lítlafløtt á Strondum

Søkt verður eftir sernámsfrøðingi/námsfrøðingi til dagstovnin Lítlafløtt at byrja 1. mars.
Talan er um eitt farloyvisstarv at seta 1. mars 2020 og til 15. februar 2021. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna.

Arbeiðsupgávan er, í tøttum samstarvi við leiðara, starvsfólk og foreldur at eygleiða, stimbra og ráðgeva tá børn hava serligan tørv.
Vit ynskja:
• At tú hevur viðkomandi royndir
• At tú verður við til at mynda og menna okkara námsfrøðiliga umhvørvi
• At tú vísir ábyrgd og hevur góð samstarvsevni
• At tú hevur gott yvirlit og megnar at skipa dagin

Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sóleyð Debes Joensen, leiðara, á tlf. 232747.
Umsókn við avriti prógvum og viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. februar 2020, kl. 12, og skal sendast til:

Dagstovnurin Lítlifløttur
Fløtuvegur 82
490 Strendur

ella við telduposti til: litliflottur@sjovar.fo

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
08. okt 2026
Stranda kvøldskúli nýggja heimasíðu
07. okt 2026
90 ára føðingardagur
07. okt 2026
Konfimantar í Skála kirkju sunnudagin 11. oktobur kl 11.
06. okt 2026
Avtalan um barna- og ungdóms­tannrøkt endur­nýggjað
06. okt 2026
Støkk-inn koppseting á Strondum
06. okt 2026
Varaleiðari til Lítlafløtt
06. okt 2026
Bárður á Lakjuni á Strondum 
02. okt 2026
Søkt verður eftir starvs­fólki til Lítlafløtt

Send boð til Sjóvar kommunu