Vitja Sjóvar Kommunu
Selatraðar kirkja
Selatraðar kirkja er vígd 23. januar 1927, Steingrím Winter teknaði.
Hon er stoypt og málað hvít. Betongarbeiðið hevur bygdafólkið gjørt ókeypis við formonnum úr Lorvík. Verkstaðurin hjá Sámal Ellefsen og Heina Joensen úr Miðvági hevur staðið fyri timbur- og málaraarbeiðinum.
Altartalvan er málað av Niels Kruse, hon vísir Jesus tálma illveðrið á Tangafirði. Eisini hevur hann gjørt alt prýðið í kirkjuni.
Í samband við 80 ára hátíðarhaldið hjá kirkjuni, hevur Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen, ið er abbadóttir Niels Kruse, prýtt ymiskt í kirkjuni av nýggjum.
Samband
Um fólk ynskja at vitja í Selatraðar kirkju, kunnu tey ringja til Duritu Djurhuus, forkvinnu í kirkjuráðnum, á tlf. 222497.