Vitja Sjóvar Kommunu
Trøllið við Sjógv
Trøllið við Sjógv
Um eitt fólk, sum altíð virkar tað sama arbeiði, er í Føroyum orðtakið: Hatta er sum trøllið við Sjógv — tað karðaði altíð grátt.
Um somu tíð sum Pætur í Lamba, kallaður “rádni bóndi”, og gandakallurin Guttormur í Múla vóru á døgum, tó væl við aldur, búði ein rík bóndadóttir við Sjógv á Strondum í Eysturoy. Hon var eittans barnið á garðinum. Meðan hon var á ungum aldri, rak eitt stórt danskt krígsskip, trímastrað, kallað “Norska Løva”, inn á Lambavík og sorlaðist í briminum. Hetta hendi nýggjársaftan 1707. Mannaskipanin varð bjargað og góðsið við úti undir líðini. Men um náttina eftir leyp ein fjallskriða beint omanfyri og fjaldi góðsið. Plássið, har sum hetta bar á, rópast “á Lyngryggi”. Ein stórur ketil við peningum í var førdur út á sjógv av fjallskriðuni, og omaná ketlinum liggur ein klettur, ið rópast “Ketil”. Ein maður úr “Norsku Løvu”, sum fekk innivist við Sjógv, legði ást á bóndadóttrina og fríggjaði til hennara, men fekk krakk. Hin afturrikni biðilin lovaði tá, at hon skuldi koma til at minnast á henda krakk, og ikki skuldi henni lutast eydna í verøldini hiðanífrá. Síðan fór hann burtur, men stutta tíð eftir kendist tað, at eitt trøll var komið at búgva í einum stórum steini, ið nevndur er Ringlanssteinur, tætt hjá húsunum. Í skýmingini, eitt sindur undan ljósatendring, var trøllið vant at koma sníkjandi inn á Sjóvargarð og seta seg í roykstovuskotið ella á eldbríkina. Har sat tað og karðaði grátt í heilum. Eina rangvørga hettu hevði tað á høvdinum. Tað nevnist stundum “lummatrøllið”, av tí at tað hevði sjey lummar; stundum eisini “nakkaspikið við Sjógv”, av tí at tað hevði so sítt nakkaspik. Men eingin uttan tey, sum framsíggin vóru, kundu síggja tað.
Gentan var tríggjar ferðir gift eftir tað, at hetta barst á. Teir tveir fyrstu menninir, ið hon hevði, doyðu stutta tíð aftaná brúdleypið; við tí triðja livdi hon saman í eitt ár og fekk eina dóttur; so doyði hann. Dóttirin vóks upp og var bæði vøn og tekkilig. Nógvir vóru teir ungu menn, ið komu at biðja um hana, ein fyri og annar eftír; teir høvdu allir so góðan hug til at fáa garðin. Men einki spurdist aftur til nakran av teimum. Hvørja ferð ein biðil kom og bað góðan dag, stóð hin gamla fyri honum og beyð honum sess, og altíð var tað stabbin uttar við dyrnar, sum hon bað gestin seta seg á. Men morgunin eftir var maðurin horvin. Tað spyrst nú víða um allar hesar fríggjarar, ið hvørva, og sagt verður, at tað er ikki alt, sum tað eigur at vera við Sjógv. Eingin torir tí meira at fríggja til Sjóvargentuna. Rasmus úti á Oyri (í Borðoy), sonur hin viðgitna Guttorm í Múla og sterkur í gandi rætt sum pápin, ber upp á mál við son sín Jógvan, at hann skal fara at fríggja til gentuna við Sjógv; sjálvur skal hann koma við honum, sigur hann, og bera bønarorð fyri hann; trøllið skal hann ikki ræðast. Teir búgva seg nú til ferðina og biðja sær flutning innan úr Bø til Lorvíkar. Tá ið teir leggja at landi, sigur Rasmus við menninar, at teir skulu skunda sær heimaftur; tí hann væntar ringt veður seinnapartin av deginum. Rasmus og sonur hansara ganga um Lorvíkarfjall, koma til Sølmundarfjarðar og biðja sær flutning um Skálafjørð inn á Strendur. Tá ið teir eru farnir, setur hann eitt myrkt æl í Skálabotni. Teir leggja at landi við Sjógv, og við skilnaðin biður Rasmus menninar rógva heimaftur sum skjótast, “tí minniligt kvøld verður”. Nóg strevið er hjá teimum at koma yviraftur um fjørðin; veðrið øgar so uppá, at tað er ikki meira, enn teir koma fram; tá ið fyrsti maður stígur á land, tá er glaða. Teir Rasmus og Jógvan ganga niðan at húsum; pápin leggur soninum ráð og sigur við hann: “Set teg ikki á stabban við dyrnar, men innar í galv!” Tað er gomul máliska í Føroyum, at tann, sum setur seg við dyrnar, ætlast at leingjast og at fara skjótt burtur aftur; men til tann, sum setur seg innar í galv, verður sagt; “Olmussudýrið, tú ætlar tær ikki at verða stutt.” Teir koma nú inn og biðja góðan dag. Hin gamla býður teimum sess og førkar Jógvani stabban at sita á. Men hann fer beinanvegin innar í galv. Rasmus fer í skotið, har sum trøllið situr: “Tú karðar við sama lag,” sigur hann. “Her havi eg sitið, og her skal eg sita og karða,” svarar trøllið. “Nei, nú skal vera útkarðað hjá tær,” sigur Rasmus. Tá hugsar trøllið við sær sjálvum: Her er ikki at sita longur; okkurt man fara at spyrjast burturúr, tá ið gandakallurin Rasmus úti á Oyri er komin. Tað reisist úr sessi og ætlar at rýma; men Rasmus trívur í tað, baksast so við tað, at hann fær tað út fyri dyr, og streingir so mikið á, at hann fær rikið tað niður undir Ringlansstein.
Ódnarveður og tiltikin torusláttur var á tí sama kvøldi, toran sló niður í Ringlansstein, og hann klovnaði. Trøllið kom sær undan og flýddi yvir í Gráastein í Saltnesi. Har leikaði tað í og baldraði eina tíð, og haðani kundu fólk á kvøldi hoyra rópini og skrenjini til tað yvir um á Strendur, so strandingar vóru mangar ferðir lokkaðir til at rógva yvir um fjørðin í teirri trúgv, at tað var ferðafólk, ið vildi hava flutning; tí tá var eingin bygd í Saltnesi.
Bønarorðini gingu, sum vera mundi, væl í lag. Jógvan fekk gentuna og giftist inn við Sjógv. Sonur teirra var hin ríki Rasmus, eyknevndur “Greivin við Sjógv”.
Trøllið tykist tó ikki at hava fingið náðir í Gráasteini, tí trý ár eftir rýmdi tað haðani í Gásafelli í Toftahaga. Men heldur ikki har hugnaðist tí; stutt eftir var tað horvið, og so hoyrdist graml um, at tað var farið yvir í Bog í Lambahaga at búgva, hinu megin Mjóvanes. Her fekk trøllið í endanum tær náðir, ið tað stundaði eftir, og mong halda, at tað býr har enn. Gøtumenn hava stundum hoyrt trøllið svambla niðri við strondina, baldra og rópa, tá ið teir hava róð á nátt framvið, har sum trøllið búði. Røddin á tí sigst stundum at líkjast mannamáli, stundum at ljóða nakað sum svartbakurin letur.
Ringlanssteinur er ikki longur sjónligur. Men á myndini sæst hvar hann einaferð var.
Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901