Vitja Sjóvar Kommunu
Minnisvarði teirra sjólatnu
Minnisvarði teirra sjólatnu er úti í Raktanga á Strondum.
Tað vóru Hanna Abrahamsen og Tinna Abrahamsen ið tóku stig til, at minnisvarði skuldi verða gjørdur á Strondum. Tær høvdu báðar mist mannin undir krígnum.
Árni Ziska sáli, steinhøggari á Strondum, hevur gjørt minnisvarðan í 1976 og varð hann vígdur 1. november sama ár.