Vitja Sjóvar Kommunu

Sjóvar fornminnasavn

Sjóvar fornminnasavn er eitt stórt bygdasavn á Høvdanum á Strondum. Tað er millum Stranda beding og laksavirkið hjá Mowi. Savnið umboðar alla Sjóvar sókn – Selatrað, Morskranes, Kolbeinargjógv, Strendur og Glyvur. Savnið hevur góð atkomuviðurskifti. Har er sera rúmsátt og lagaligt hjá bilum og bussum at koma, at venda, og at parkera. 

Savnið fevnir um fýra hús – sum øll eru sera søgulig, hvørt á sín hátt.

Handilshúsini frá 1872 vóru í tveimum.  Helvtin av húsinum var ein lutfalsliga stórur bygdarhandil, og hin helvtin eini tignarlig keypmanshús. Í tí partinum búði handilsbestýrarin við húski.  Tey høvdu sjálvstøðuga inngongd í miðhæddini – við duri, køki, spískamari, tveimum stovum og sovikamari. Á loftinum var baðiverilsi, goymslurúm og fimm kømur.  Í kjallaranum bleiv fiskur virkaður.  Handilin var upprunaliga ein úthandil hjá meginhandlinum, Jørgen Bech & Sønner í Klaksvík.  Handilin á Høvdanum er varðveittur í upprunlíki.  Innrættingin – við hillum og skivum, skápum og skuffum – minnir nógv um meginhandilin í Klaksvík, sum Jørgen Bech í 1856 keypti fra Tí Kongaliga Føroyska Handilinum, ið hevði havt handil í Klaksvík frá 1838.

Turkihúsið frá 1950 er ein stórur og sterkur betongbygningur, ið bleiv bygdur sum ein nútímansgerð og avloysari fyri tey risastóru fiskastykkini, sum handilin tá ið nøkur áratíggju hevði havt úti í Tanga.  Fiskastykkini eru varðveitt í upprunalíki og eru avgjørt eisini eina vitjan verd.  Turkihúsið, sum er í trimum hæddum, tók í móti fiski frá skipum og bátum.  Har bleiv fiskurin innhandlaður, saltaður, vaskaður, turkaður og pakkaður til útflutnings.  

Fjósið og hoyggjhúsið eru í einum – og standa beint sunnanfyri handilin.  Í fjósinum er nú innrættað eitt nýmótans WC til vitjandi.

Hjallurin stendur omanfyri fjósið.

 

Stutt sunnanfyri húsini á Høvdanum standa fleiri sermerktir betongbygningar frá Krígnum, sum bera boð um ta heilt serligu tíðina, ið føroyingar upplivdu frá 1940-45.

 

Í teimum fýra húsunum hjá Sjóvar fornminnasavni á Høvdanum er ein ørgrynni av forngripum, m.a. til hesar vinnugreinar:

  • Til fiskavirking:  Ein risastórur lýsipottur frá 1800-árunum, ein lastbilur frá 1950-árunum, fiskabørur, vektir, lodd, merkingarútgerð o.a.
  • Til útróður:  Róðrarbátar, maskinbátur, bátamotorar, línuleypar, gørn, árar, segl, dregg, hvalakíkar, eyskør, útróðrarskrín, kumpass, stivlar, oljuklæði, sydvestar o.a.
  • Til siðbundið træsmíð:  Øksir, hamarar, langsagir, bogasagir, langhøvil, fínhøvil og aðrir høvlar.
  • Til báta- og skipasmíð:  Eitt sjáldsamt savn av amboðum og serútgerð til báta- og skipasmíð.
  • Til grótarbeiði:  Eitt forkunnugt savn av gróthamarum, setthamarum, sleggjum, grótborum o.a.
  • Veiðiamboð:  Seiðakikari, sílaskutlari, grindaknívur, hvalvákn, skutil, sóknarongul, forladari, høglbyrsur, salongriflur, militérriflur o.a. 
  • Skipstól:  Skipsskrúva, róður, róðurarmur, taljur, skipsklokka, kúgveyga, lanternur, fløgg, flaggknappur, logg og logglína, manometur, oktantur, skipsradio, vhf’ur o.a.
  • Til torvarbeiði:  Mópotar, torvskerar, pinnagrev, torvleypar o.a.
  • Til siðbundið jarðarbrúk:  Hakar, spakar, kvíslir, tøðleypar, akurknívar, riparar, tíningartrog, líggjar, hoytjóvar, rívur, o.a.
  • Til jarðarbrúk við rossum:  Sláimaskina og rakimaskina.
  • Til neytahald:  Sjálvbrynnari, dyllur, biði, mjólkarsílur, mjólkardunkar, mjólkarspannir, smørkirna, o.a.
  • Til seyðahald:  Fjallstavur, seyðbond/haft, ullarsaksur, ullarleypur, bismari, o.a.
  • Til heimavirki:  Karðar, rokkar, handsnældur, lítlastrá, hesputræ, garnvindari, vevur, o.a.
  • Til skúlabrúks:  Gomul skúlaborð, lærarapultur, blíantsspískari, penalarhús, skúlataska, skúlabøkur, o.a.
  • Ymisk búnýti:  Stólar og krakkar, spísiborð og sofaborð, vøggur og sengur, pottar og kannur, føt og tallerkar, skáp og skrivaraborð, kjøtmaskinur og vaflujørn, o.s.fr.
  • Klædnasavn:  Ein heilur hópur av gomlum væl varðveittum klæðnapløggum – vásaklæðir og stásklæðir – klæðir til børn, ungdóm, tilkomin og gomul fólk.  
  • Bókasavn:  Brochmans lestrarbók, bønarbøkur, sálmabøkur, læknabøkur, álmanakkar, adressubøkur, o.a.  
  • Skjalasavn:  Kvæðauppskriftir, mynstringarbøkur, skipsdagbøkur, høvuðsbøkur úr handlinum, kontrabøkur, brævaskifti, o.a.
  • Myndasavn:  Ein hópur av gomlum, søguligum myndum – fyrst og fremst úr handilshúsunum á Høvdanum, men eisini úr øðrum húsum í sóknini.

Opið

 Til ber at vitja savnið eftir avtalu. 

Prísir

Atgongugjaldið fyri vaksin er: 50 kr. fyri hvønn. 

Ein rundvísing kostar kr. 300.

Børn undir 14 ár sleppa inn ókeypis – og bara saman við vaksnum.

Samband

Heygsstøð 4
490 Strendur

Forkvinnan, Malena Thomsen, tlf.nr.: 227850.

Park Strendur

Trøllið við Sjógv

JOEpizza

Somwang Thaifood

Send boð til Sjóvar kommunu