Tíðindi

09. nov 2026

Lítlifløttur 20 ár

6. nov. vóru 20 ár liðin síðani fyrstu børnini byrjaðu á Lítlafløtti. Hetta varð hátíðarhildið í bygdahúsinum á degnum.

Artur Johansen, varaborgarstjóri, bar heilsu fram fyri Sjóvar kommunu, og Sóleyð D. Joensen, dagstovnaleiðari, segði nøkur orð vegna Lítlafløtt. 

Børnini sungu nakrar sangir, og so vórðu starvsfólk heiðraði við gávu og blómum. Allar hava arbeitt á Lítlafløtti síðani hann lat upp, og fleiri vóru dagrøktarmammur áðrenn tað. 

Rakul Ró og William sungu nakrar sangir frá Kulum Rótum, øll, sum vóru komin til hátíðarhaldið, fingu drekkamunn og okkurt gott afturvið.

Søgan um stovnin
Dagstovnurin Lítlifløttur lat upp 6. november 2006. Tá vóru tvær vøggustovur, tvær barnagarðsstovur og ein frítíðarstova. Tað vísti seg tó skjótt, at stovnurin var ov lítil, og avgjørt var at byggja eina frítíðarstovu til 1. og 2. flokk oman fyri bygdahúsið. Frítíðarstovan lat upp fyrst í mai 2008.

Tíðliga í 2017 sást, at stovnurin enn einaferð var ov lítil. Tí máttu vit finna eina fyribilsloysn til eftir summarferiuna. Avgjørt var, at tey elstu barnagarðsbørnini skuldu fara í bygdahúsið, har matstovan bleiv gjørd um til eina barnagarðsstovu. 

6. august 2018 opnaði ein vøggustova afturat. Hendan vøggustovan var í Áarstovu, sum upprunaliga var eitt felagsøkið fyri stovnin. Avgjørt var at útbyggja stovnin við 3 vøggustovum.

2. september 2019 blivu 3 nýggjar vøggustovur tiknar í brúk. Tær eru í einum bygningi fyri seg, norðan fyri barnagarðin.

Í august 2021, var aftur plásstrot. Tá lótu vit aftur Áarstovu upp. Hesaferð var tað skúlabólkurin, sum hevði stovu har. Hesin bólkurin flutti yvir í frítíðarstovuna í 19. apríl 2022 og fingu vit bygdahúskjallaran uppí frítíðarstovuvirksemið.

Avgjørt var at byggja uppí frítíðarstovuna og hendan útbyggingin liðug á sumri 2023. 

Í dag eru 10 stovur á stovninum, sum halda til í trimum bygningum.

Vøggustova, har 3 stovur eru.
Barnagarður, har 2 miðlingastovur og 3 barnagarðsstovur eru.
Frítíðarstova, har skúlabólkur og 1. og 2. flokkur eru.
Barnagarður, vøggustova og frítíðarstova liggja sera væl fyri, í vøkrum og náttúruvinarligum umhvørvi.

Vit hava fótbóltsvøll og bygdahús beint við, og ein stóran spæligarð við alskyns menningarmøguleikum. Eina á at vassa og spæla í, berg at klintra í, reiggur, rusjubana, klatritorn, spælihús, veg at koyra/súkkla eftir o.a. Stutt er til haga og fjøru, sum vit eisini brúka til spæl og menning.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
09. nov 2026
Marknaðardagur í bygdahúsi­num 15. nov.
09. nov 2026
Lítlifløttur 20 ár
05. nov 2026
Jamilla á Café Bella
04. nov 2026
Sámuel bæði steypavinnari og føroyameistari
03. nov 2026
Kim Simonsen fær amerikanska virðisløn fyri yrkingar­savn
03. nov 2026
Lítlifløttur 20 ár
30. okt 2026
Handahornið týskvøldið 3. nov.
29. okt 2026
Minningarhald teirra sjólætnu

Send boð til Sjóvar kommunu