Tíðindi

12. jun 2026

Fíggjarnevndarfundur 11.06.2026

 
Fíggjarnevndin 10.06.2026
 
Møtt: Hans Anders Jacobsen, Sonni Johansen og Artur Johansen  
 
Skrivari: Julia Kass
Klokkan: 13:00 – 13:35

Mál nr.: Fyribils mánaðarroknskapur mai
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Vit mangla kommunuavrokningina fyri mai, so endaligur roknskapur verður sendur út tá hon er komin. 

Mál nr.: 104-6-2026
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Tilboð uppá uppstigan til Business Central – bókhaldsskipan
Avgerð: Samtykt at taka av tilboðið frá Stýr og uppstiga Nav18 til Business Central
Viðmerkingar:  Verksetan kr. 82.440 u.mvg. Rakstrargjald kr. 4.696 um mánaðin.
 
Mál nr.: 544-8-2026
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Gøta eftir gomlu farleiðini (bygdagøtuni) millum Kolbeinagjógv og Strendur. Kommunustýrið hevur sett pening av á FÆ26 at gera gøtu eftir gomlu farleiðini (bygdagøtuni) millum Kolbeinagógv og Strendur.

Heygshagi eigur lendið, har farleiðin gongur, og hagastýrið fyri Heygshaga hevur, útfrá umsókn frá Sjóvar kommunu, játtað umsóknini at gøta verður gjørd eftir farleiðini, treyta av at kommunan ber allan kostnað av íløgu og viðlíkahaldi.

T&U nevndin mælir til at fara í gongd við verkætlanina.

Avgerð: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&U. Peningur er tøkur á RS-671. Lagt fyri kommunustýri.


 
 
 
 
 
 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
12. jun 2026
Fíggjar­nevndarfundur 11.06.2026
29. mai 2026
Fíggjar­nevndarfundur 28.05.2026
22. mai 2026
Fíggjar­nevndarfundur 21.05.2026
27. apr 2026
Fíggjar­nevndin 27.04.2026
27. mar 2026
Fíggjar­nevndin 25.03.2026
24. feb 2026
Fíggjar­nevndin 23.02.2026
17. des 2025
Fíggjar­nevndin 15.12.2025
24. nov 2025
Fíggjar­nevndin 20.11.2025

Send boð til Sjóvar kommunu