Tíðindi

06. mar 2026

Ástaðarfundur um minnissteinar í Kolbeinagjógv

Í seinastu viku var borgarstjórin á ástaðarfundi í Kolbeinagjógv. Ástaðarfundurin snúði seg fyrst og fremst um ætlanina at flyta minnissteinarnar í Kolbeinagjógv, men eisini varð tosa um onnur viðurskifti, so sum ynskið at fáa ein lítlan miðstað mitt í bygdini, á sama øki har minnissteinarnir skulu standa.

Minnisteinarnir í Kolbeinagjógv hava inntil fyri tíð síðani staðið á matriklinum hjá Marjuni og Hans Eli Jacobsen. Fyri nøkrum mánaðum síðani vóri steinarnir tiknir til viðlíkahald hjá staðbundna steinhøggara okkara, Jeffri Berg, sum eigur og rekur virkið "Bergsteinar". Viðlíkahaldsarbeiðið er nú liðugt, og eftir ætlan verða steinarnir settir á nýggja staðið seinni i ár.

Fleiri borgarar vóru møttir til ástaðarfundin við borgarstjóran, og eftir eina løtu úti í kuldanum, vóru øll boðin til ein drekkamunn í kjallaranum hjá Jóhannusi.

Nakrar myndir frá løtuni síggjast niðanfyri.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
13. mar 2026
”Saman um bygdina” – Nýggj stuðuls­skipan til smærri alment gagnligar verkætlanir
14. apr 2026
Vár við lýggjum vindi
13. apr 2026
Kvøldskúla­framsýningin 2026 í myndum
13. apr 2026
Sjómansk­vinnu­ringu­rin
10. apr 2026
Pauli til Ringsted
09. apr 2026
Ársaðalfundur hjá Sjóvar sóknar pensjónista­felag
08. apr 2026
Kvøldskúla­framsýningin 2026
01. apr 2026
Gleðiligar páskir

Send boð til Sjóvar kommunu