Tíðindi

19. sep 2025

Fíggjarnevndin 19.09.2025

Fíggjarnevndin 19.09.2025
Møtt: Hans Anders Jacobsen, Sonni Johansen, Artur Johansen
Skrivari: Julia Kass
Klokkan: 08:20-10.20


Mál nr.: 540-5-2025 keyp av kavabili
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Tørvur er á nýggjum arbeiðs/kavabili. Vit hava fingið prís uppá tríggjar bilar. T&B Nevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá tekniska leiðaranum. Mælt verður til at keypa plógv til bilin.
Avgerð: Fíggjarnevndin mælir til at taka av tilmælinum frá T&B. Peningur er tøkur á RS-691. Lagt fyri kommunustýri.


Mál nr.: 104-13-2025 Sjk., flutningur til serskúla
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Samb. Løgtingslóg áliggur tað kommunum at skipa fyri flutningi av næmingum millum heim og skúla. Uppskot frá umsitingini at dagføra skipanina viðv. endurgjaldi fyri flutningi til serskúlar til: endurgjald fyri tunnil og kr. 3,20 fyri kilometurin.
Avgerð: Fíggjarnevndin tekur undir við at skipanin verður dagførd. Umsitingin tekur sær av málinum.

 

Mál nr.: 546-1-2025 Havnalagið á hulki
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Útbygging av atløgubryggju og havnaøkinum á Hulki. Tilboð er komi at binda báðar kajirnar saman. Vinnunevndin mælir til at arbeiðið fer í gongd og biður fíggjarnevndina koma við uppskoti um fíggjingarleist at leggja fyri kommunustýri.
Avgerð: Fíggjarnevndin mælir til at seta 5,5 mió kr. av í 2025 á RS-751 – regulerast av RS-665 Vinnuøkir. Restin av íløguni verður avsett í samband við fíggjarætlanina fyri 2026.

Mál nr.: 540-4-2025 Heilsumiðstøðin reinsa og mála takið
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Tvey tilboð eru komin inn. T&B nevndin mælir til at taka av lægra tilboðnum. Neyðugt verður við eykajáttan. Lagt fyri fíggjarnevndina
Avgerð: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&B. Peningur er tøkur á RS-220

Mál nr.: 542-6-2024 mála skúlan
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Biðið er um tilboð at mála nýggja klædningin, úthangi og eystaru síðu á skúlanum.
Tvey tilboð eru komin inn. T&B mælir til at taka av øðrum tilboðnum. Lagt fyri fíggjarnevnd.
Avgerð: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá T&B. Peningur er tøkur á RS-413. Lagt fyri kommunustýri.

Mál nr.: 542-21-2025 Zink til nýggju bryggjuna á Hulki
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Í fíggjarætlanini fyri 2025, blivu kr. 600.000 settar av til at seta Zink-anodur á nýggju bryggjuna á Hulki. Tilboð fyri zink-anodur v/montering fyriliggur. Vinnunevndin mælir til at taka av tilboðnum kr. 503.271. Lagt fyri fíggjarnevnd.
Avgerð: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Vinnunevndin. Peningur er tøkur á RS-751. Lagt fyri kommunustýri.

Mál nr.: Eykajáttanir august 2025 – broytingar til 2. viðgerð
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: RS-412 Skúlin rakstur kr. 400.000 – umvæling av skúlastovum o.a.
RS-130 Kommunuskrivstovan rakstur kr. 140.000 – lønir, forrit til staðarnøvn, gravir o.a.
RS-710 Renovatión rakstur kr. 60.000 – bingjuplássið
RS-220 Heilsumiðstøðin kr. 400.000 – klárgering av hølum til ein lækna afturat.
RS-410 Skúlin felags kr. 100.000 – flutningur og skúlagjald aðrir skúlar
Fíggjast við tøkum peningi.
RS-413 Skúlin íl. Kr. 400.000 flyta játtan frá 2024 til 2025
RS-611 Umsiting av ognum íl. - Kr. 400.000 regulerast av hesi konto
Avgerð: Fíggjarnevndin tekur undir broytingunum. Lagt fyri kommunustýri

Mál nr.: Mánaðarroknskapur august
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: framlagdur
 

Mál nr.: Fíggjarætlan 2026
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Uppskot at leggja fyri kommunustýri áðrenn 1. oktober
Avgerð: Fíggjarnevndin hevur gjørt uppskot at leggja fyri kommunustýri at arbeiða við.


 
 
 
 
 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
24. nov 2025
Fíggjar­nevndin 20.11.2025
24. nov 2025
Fíggjar­nevndin 22.10.2025
19. sep 2025
Fíggjar­nevndin 19.09.2025
21. aug 2025
Fíggjar­nevndin 20.08.2025
17. jun 2025
Fíggjar­nevndin 16.06.2025
27. mai 2025
Fíggjar­nevndin 26.05.2025
06. mai 2025
Fíggjar­nevndarfundur 05.05.2025
11. apr 2025
Fíggjar­nevndarfundur 11.04.2025

Send boð til Sjóvar kommunu