Tíðindi
Fíggjarnevndin 16.06.2025
Fíggjarnevndin 16.06.2025
Møtt: Hans Anders Jacobsen, Sonni Johansen, Artur Johansen
Skrivari: Julia Kass
Klokkan: 11:45 – 12:40
Mál nr.: 321-1-2025
Reist av: Stranda skúli
Málslýsing: Umsókn um námsfrøðiligan stuðul 2025/2026. M&F mælir til at leisturin við námsfrøðiligum stuðli í byrjanardeildini heldur fram. Lagt fyri fíggjarnevndina.
Avgerð: Samtykt at taka undir við tilmælinum frá M&F. Víst verður á RS-412, har peningur er settur av á fíggjarætlanini fyri 2025.
Mál nr.: 321-1-2024
Reist av: Næmingaráðið í Stranda skúla
Málslýsing: Umsókn um net til sparkivøllin.
Kommunustýrið samtykti 16.12.2024 at taka av tilboðið frá Mest at gera girðing um sparkivøllin í skúlagarðinum.
Í tilboðnum frá Mest var øll konstruktiónin til girðingina nýggj, ímeðan sjálvt hegnið var gamalt (tað sum stóð við gamla hondbóltsvøllin á Strondum).
Tað vísur seg tó nú, at loysnin við gomlum hegni verður avbjóðandi og ikki nóg góð, og tí er nýtt tilboð innheintað, har hegni eisini inngongur í tilboðnum.
Nýggja tilboðið liggur í málinum. M&F mælir til at taka av nýggja tilboðnum. Lagt fyri Fíggjarnevnd.
Avgerð: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá M&F. Meirkostnaðurin kann bókast á RS-413, íløga. Lagt fyri kommunustýri.
Mál nr.: 546-1-2019 Vinnuøkið og bryggja á Hulki
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Loyvið er givið til at vippa grót á sjógv.
V&H mælir til at grótið sum liggur á Hulki og í grótbrotinum verður lagt út á sjógv, og at tryggja tað sum er, og verður lagt.V&H nevndin mælir til at játtað 500 tkr. til hetta arbeiðið.Lagt fyri fíggjarnevndina.
Avgerð: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá V&H at játtað 500 tkr. á RS-751. Lagt fyri kommunustýri.
Mál nr.: Grótbrotið vestanfyri.
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Grótbrotið fyllist meira og meira.
Avbjóðingin nú er, at alt ov nógv mold er inni, og fjalir grótið sum liggur har.
Hvat skulu vit gera við grótið, so tað ikki verður dekka av moldini, og fer harvið til ‘spillis’? V&H nevndin mælir til at grótið verður koyrt inn á Hulk og at játtaðar verða 500 tkr. til at koyra gótið inn á Hulk. Lagt fyri fíggjarnevndina.
Avgerð: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá V&H at játtað 500 tkr. á RS-751. Lagt fyri kommunustýri.
Mál nr.: 210-2-2025
Reist av: Høj Bussar
Málslýsing: Umsókn um hægri gjald fyri skúlabarnakoyring
Avgerð: Samtykt at gera nýggja sáttmála