Tíðindi

13. jun 2025

Rottangar verða tømdir í næstu viku

Reinsitænastan hjá IRF byrjar í næstu viku (viku 25) at tøma rottangar í Kolbeinagjógv, Morskranesi og á Selatrað.

Tað er ein ómetaliga stór hjálp hjá starvsfólki okkara, at rottangarnir eru klárir, tá ið vit koma á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð.

Tað er sera týdningarmikið, at tit ikki sjálvi loysa lokið á rottanganum, tí tað kann verða vandamikið, um opið er niður í rottangan. Harafturat kunnu skrúvur og annað blíva burtur. Tí skulu okkara rottangamenn loysa lokið á tanganum og festa tað aftur, tá ið arbeiðið er liðugt.

IRF heitir á fólk um at tryggja:

  • at tangin er lættur at koma til
  • at tað er grivið væl frá rundan um lokið
  • at lokið er væl fest, men lætt at loysa
  • at lokið er trygt og heilt
  • at lokið er lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt


Eru omanfyri nevndu viðurskifti ikki í lagi, verður tangin ikki tømdur.
Meira kann lesast um hetta á www.irf.fo/rottangatoming/

Reglugerðin sigur harumframt, at eigarin av rottanganum hevur til eina og hvørja tíð ábyrgd av, at tangin er í góðum standi og ikki er til ampa fyri fólk og umhvørvið. Hetta inniber millum annað, at fólk og fæ trygt kunnu ferðast tvørtur um rottangan, eisini eftir at hann er tømdur.

Tá ið tangin er tømdur, leggur IRF ein lepa við árstali undir lokið á tanganum.

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
16. feb 2026
Binda í pensjonista­húsinum
16. feb 2026
Kappingarárið hjá Stranda talvfelag
16. feb 2026
STARV Í TEKNISKU UMSITING Í SJÓVAR KOMMUNU
12. feb 2026
Rókin fingið nýggjan krana
11. feb 2026
Samstarv norð­anfyri Hórisgøtu
09. feb 2026
Barna­dansur í bygdahúsinum
06. feb 2026
Kommunustýrisfundur 29.01.2026
30. jan 2026
Broyting í byggisamtykt fyri vinnuøkið Innan Glyvur

Send boð til Sjóvar kommunu