Tíðindi

Ársroknskapur 2024
Á kommunustýrisfundi 28. mai, var ársroknskapurin hjá Sjóvar kommunu 2024 viðgjørdur og samtyktur.
Samlaðu inntøkurnar vóru 72,4 mió kr., sum er 8,7 mió kr. hægri enn í 2023, í mun til fíggjarætlanina var inntøkan 2,4 mió kr. hægri enn mett.
Samlaðu rakstrarútreiðslurnar vóru 55,8 mió kr., sum er 4 mió kr. meiri enn í 2023.
Rakstraravlopið var 13,6 mió kr. í mun til 9,5 mió kr. í 2023
Samlaðu íløgurnar vóru 7,0 mió kr. í mun til 12,1 mió kr. í 2023.
Kommunan hevur gjørt hesar íløgur í 2024:
Samlaða lániskuldin hjá kommununi við árlok var 34,6 mió kr.
Stuttfreistaða skuldin 5,1 mió kr.
Útistandandi ogn 6,2 mió kr.
Tøkur peningur 3,9 mió kr.
Sostatt var nettoskuldin hjá Sjóvar kommunu við árslok 29,6 mió kr.
Ársroknskapur hjá Sjóvar kommunu fyri 2024 sæst her