Tíðindi

12. jun 2025

Fundur í tøkni- og býarskipanarnevndini 11. juni 2025

 
Tøkni- og býarskipanarnevndin 11.06.2025
 
Møtt: Jóhan H Funn, Sandra Ljósá Østerø, Sonni Johansen
 
Umframt: Hans Anders Jacobsen og Tummas Johannesen
Skrivari:Anna E. Joensen
Klokkan:17:00-18:40
Viðmerkingar: Sandra fór av fundinum kl. 18:00. Tummas fór av fundinum kl. 18:30
 
Mál nr: 542-4-2025 Goymslurúm til Fríðtíðarstovuna
 
Málslýsing:Kunning um málið

Avgerð:Kunning

 
Mál nr.:542-7-2024 Klæða skúlan
 
Reist av:Sjóvar kommunu
Dagf.:7/3-2025
 
Málslýsing: Skúlin skal klæðast, men gongur sera striltið hjá arbeiðstakaranum at fáa arbeiði gjørt.

Nevndin verður kunnað um málið, og møguligani finna eina loysn á avbjóðingini.

Avgerð:Kunning um málið
 

Mál nr.:541-10-2025 Miðstaðarætlan
 
Reist av:Sjóvar kommunu
Dagf.:6/6-2025
Málslýsing: Miðstaðarætlan skal gerast fyri Strendur. Hvat og hvussu vilja vit við eini miðstaðarætlan.

Avgerð: Tikið av skránni.


Mál nr.:541-7-2025 Umsókn um broyting í byggisamtyktini
 
Reist av: Alexandur Johansen
Dagf.:26/3-25
 
Málslýsing: Alexandur Johansen hevur søkt kommununa, um at broyta byggisamtyktina fyri matr 344 og 325 á Bergi á Strondum, frá landbúnaðarøkið til summarhús/ neystaøkið.

Nevndin skal viðgerða umsóknina.

Avgerð:Tikið av skránni. Umsóknin er ikki klár til viðgerð.

Mál nr.:544-8-2025 Avseting av skúlabørnum í Strandatúni
 
Reist av:Sjóvar kommunu
Dagf.:6/6- 2025
 
Málslýsing: Ferðsluviðurskiftini við skúlan skulu gerast betri. Serligani eru tað avbjóðingar um morgunin tá børnini koma í skúla.

Uppskot er um at gera pláss millum Strandatún 4 og 8, til at seta børn av við skúlan. (Kyss og koyr)

Eisini skal gongugøta gerast millum Strandatún og skúlagarðin.

Møguligani skal Strandatún gerast einsrætta suðureftir mán-frí kl 7:30-8:30

Nevndin skal viðgerða uppskotið.

Avgerð: Nevndin arbeiðir víðari við málinum.

Mál nr.: Ikki mál. Umsókn um at keypa ein part av matr. 590
 
Reist av:Jeffri Berg
Dagf.:11/6- 2025
 
Málslýsing:
Jeffri Berg spyr um kommunan er áhuga í at keypa 400 m2 av matr. nr. 590

Avgerð: Nevndin metir ikki, at kommunan hevur brúk fyri økinum, og mælir tí frá at keypa økið. Lagt fyri kommunustýrið.
 

 

Mál nr.:542-9-2025: Umsókn um frávik í byggisamtyktini
 
Reist av:Tummas Johannesen
 
Málslýsing: Tummas Johannesen hevur søkt um eitt frávik í byggisamtyktini. Umsóknin hevur verið til viðgerðar hjá Jákup Paula Johannesen arkitekti. Nevndin skal viðgerða tilmæli til umsóknina.  

Avgerð: Nevndin mælir til at fylgja tilmælinum frá ráðgeva og játta umsóknini um frávik. Lagt fyri kommunustýrið.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
07. aug 2026
Opið hús í tunlinum sunnudagin 9. august
05. aug 2026
Nýggjur útróðrarbátur til Strendur
03. aug 2026
Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli til Stranda skúla
03. aug 2026
Vaskifólk til skúlan
24. jul 2026
Broytingar í ruskinn­savning­ini á ólavsøku
17. jul 2026
Stongt vegna summarfrí
15. jul 2026
Íbúðir í Dávagerði reistar
15. jul 2026
Tveir 90 ára føðingardagar

Send boð til Sjóvar kommunu