Tíðindi

30. jan 2025

Tilbúgvingarnevndin fyri SKS skipað

Á fundi í vikuni hevur tilbúgvingarnevndin fyri Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið skipað seg við Súna í Hjøllum sum formanni og Hans Anders Jacobsen sum næstformanni. 

Aftan fyri Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið standa tær tríggjar kommunurnar við Skálafjørðin, Nes – , Runavíkar- og Sjóvar kommuna. 

Fólkatalið í hesum trimum kommunum er nú áleið 7.200, meðan fólkatalið var á leið 4.400, tá ið felagskapurin varð stovnaður tann 4. september í 1974. SKS fevnir um eitt rættiliga vítt øki, av Eystnesi og norður til Funnings.

Í tilbúgvingarnevndini fyri SKS eru teir tríggir borgarstjórarnir fastir limir, harafturat hevur Runavíkar kommuna tveir  limir. Í stýrinum er eisini tilbúgvingarleiðarin og eitt umboð frá fútanum. Eisini møtir varatilbúgvingarleiðarin til fundirnar.

Í tilbúgvingarnevndini sita nú:
Hans L. Djurhuus, sum umboð fyri fútan
Sunleiv Højgaard, tilbúgvingarleiðari
Pauli Poulsen, Terje B. Vestergaard og Tórbjørn Jacobsen fyri Runavíkar kommunu
Hans Anders Jacobsen fyri Sjóvar kommunu
og Súni í Hjøllum, fyri Nes kommunu.

Vilhelm M. Olsen, varaleiðari, møtir eisini til fundirnar.

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
14. okt 2026
Strálan skipar fyri eydnuhjóli
14. okt 2026
Eitt sindur av hvørjum - nýggjur bóklingur frá Ragnar Danielsen
13. okt 2026
Tekna teg sum lim í Vakstrarøki­num á Strondum
13. okt 2026
Varaleiðari til Lítlafløtt
13. okt 2026
Chrismas Child
09. okt 2026
Loppu­marknaður og kaffisølu á Café Bellu
08. okt 2026
Stranda kvøldskúli nýggja heimasíðu
07. okt 2026
90 ára føðingardagur

Send boð til Sjóvar kommunu