Tíðindi

14. okt 2024

Christmas Child í Missiónshúsinum á Strondum

Sunnukvøldið 20. oktober kl. 17 verður familjumøti í Missiónshúsinum á Strondum. Á hesum møti verður høvi at lata skógvaeskjur til átakið Christmas Child. Aftaná møtið verður nátturði.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Minnist til at lata 40 kr. pr. eskju í einum brævbjálva omaná eskjuna.

Um onkur hevur spurningar, kunnu tey seta seg í samband við Poulu tlf. 226770, Sigrid tlf. 232757 ella Anna Sofíu tlf. 222813.

HVAT ER CHRISTMAS CHILD?

Christmas Child er eitt tiltak, sum seinastu árini hevur glett líðandi børn við at geva teimum eina skógvaeskju við gávum. Ein skógvaeskja broytir ikki heimin, MEN hetta hevur havt alstóran týdning fyri mong børn kring heimin, síðani tiltakið byrjaði í 1993. Operation Christmas Child er partur av vælgerandi felagsskapinum Samaritan’s Purse, sum eisini skipar fyri øðrum hjálpararbeiði millum neyðstødd.

Hvørt ár verða yvir 11 milliónir skógvaeskjur latnar børnum í  130 londum. Sjálvboðin fólk og felagsskapir í USA og fleiri evropeiskum londum, íroknað Føroyar, savna eskjurnar. Øll, einstaklingar sum felagsskapir, kunnu lata inn skógvaeskjur.

Í ár fara eskjurnar úr Føroyum til Ukraina. Vit vita, at støðan ikki er góð har, tí landið er rakt av kríggi, og hóast børnini ongan leiklut hava í krígnum, so eru tey hóast tað hart rakt. Vónandi kunnu eskjurnar vera við til at gleða børnini.

Børnini fáa eskjurnar um jólini. Har møguleiki er fyri tí, verður bóklingur við bíbliusøgum latin børnunum á teirra máli. Hesin bóklingur sigur teimum veruligu grundina til, at vit halda jól – at Gud gav ta bestu gávuna, son sín Jesus Kristus.

Meir kunning um Christmas Child, og hvussu tú kanst geva eina skógvaeskju, kann lesast her.

 

Christmas Child-nevndin í Missiónshúsinum á Strondum

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
16. jun 2026
Eldraráðið økisfund í bygdahúsi­num á Strondum
16. jun 2026
HG-Fisk á Torginum í Heygsstøð
15. jun 2026
on
12. jun 2026
Kommunustýrisfundur 18. juni
12. jun 2026
Fíggjar­nevndarfundur 11.06.2026
11. jun 2026
Framløga um grønmetis­velting og stovnandi aðalfundur
10. jun 2026
Ættarrit framløga 9. juni 2026
10. jun 2026
Vaðhorn 50 ár

Send boð til Sjóvar kommunu