Tíðindi
09. sep 2024
Jónsvein sløkkiliðsmaður í 25 ár
Fríggjkvøldið, 6. sept., vórðu tveir sløkkiliðsmenn í Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði – SKS – heiðraðir fyri trúgva tænastu í sløkkiliðnum í 25 ár.
Í samband við 50 ára dagin hjá SKS var hugnalig samkoma á Svangaskarði fríggjakvøldið, har Súni í Hjøllum, formaður í tilbúgingarnevndini hjá SKS, handaði sløkkiliðsmonnunum heiðurstekin.
Teir, sum fingu heiðurstekin, eru:
Jónsvein Bjartason, Strendur og
Helgi Olsen, Rituvík.
Tað var Hennara Hátign, Drotning Margretha II, sum í 1973 stovnaði heiðurmerki fyri sløkkiliðsfólk.
Hjartaliga til lukku við teimum fyrstu 25 árunum, Jónsvein, og takk fyri trúgva tænastu.
Sjóvar kommuna
Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
13. nov 2026
Kommunustýrisfundur 19. nov.
13. nov 2026
Landsstýrismaðurin er sinnaður at viðgera málið um rundkoyring
12. nov 2026
Skattalistin fyri 2025
10. nov 2026
Fíggjarnevndarfundur 09.11.2026
09. nov 2026
Marknaðardagur í bygdahúsinum 15. nov.
09. nov 2026
Lítlifløttur 20 ár
05. nov 2026
Jamilla á Café Bella
04. nov 2026