Tíðindi
Fundur í Trivnaðar- og Mentanarnevndini 11.06.2024
Møtt: Hans Anders Jacobsen, Jóannes E. Markná og Steingrímur J. Jacobsen.
Umframt: Artur Johansen
Skrivari: Bárður Danielsen
Klokkan: 17:00 – 18.30
Viðmerkingar:
Mál nr.: 324-3-2024
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Bryggja við bátahylin við Sjógv
Avgerð: Nevndin mælir til at Sjóvar kommuna setur bryggjuna í stand, samstundis sum gøtan verður gjørd av nýggjum.
Málið lagt fyri fíggjarnevnd, at finna pening, og kommunustýrið
Mál nr.: 321-3-2024
Reist av: Stranda skúli
Málslýsing: Umsókn um námsfrøðiligan stuðul
Avgerð: Nevndin mælir til at hildið verður fram við námsfrøðiliga stuðlinum í Stranda skúla.
Málið lagt fyri fíggjarnevnd og kommunustýrið.
Mál nr.: 103-3-2024
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Vaskifólk til kommunuskrivstovuna
Avgerð: Nevndin hevur gjørt tilmæli, sum verður lagt fyri kommunustýrið
Mál nr.: 323-4-2019
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Spæliøki við Stranda skúla
Avgerð: Nevndin mælir til at fylgja tilmælinum um liðugtgerðing av spæliøkinum.
Málið lagt fyri fíggjarnevnd og kommunustýrið.
Mál nr.: 328-8-2024
Reist av: Eydnufestivalurin
Málslýsing: Umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt at veita stuðul áljóðandi kr. 5.000
Mál nr.: 328-7-2024
Reist av: Stranda Sjónleikarafelag
Málslýsing: Umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt at veita stuðul áljóðandi kr. 5.000
Mál nr.: 328-6-2024
Reist av: Fjarðarok
Málslýsing: Umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt at veita stuðul áljóðandi kr. 3.000
Mál nr.: 321-2-2024
Reist av: Jógvan H. Olsen
Málslýsing: M5 Vinnuháskúlin, umsókn um stuðul til námsferð
Avgerð: Samtykt ikki at veita stuðul.
Mál nr.: 324-2-2024
Reist av: Missiónshúsið á Strondum
Málslýsing: Umsókn um fíggjarligan stuðul
Avgerð: Samtykt at stuðla tiltakinum “Summarkvøld í Missiónshúsinum” fíggjarliga.
Mál nr.: 328-5-2024
Reist av: Team Rynkeby
Málslýsing: Umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt at stuðla við kr. 8.000
Mál nr.: 324-1-2024
Reist av: Reyði Krossur
Málslýsing: Umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt ikki at veita stuðul
Mál nr.: 432-1-2024
Reist av: Blái Krossur
Málslýsing: Umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt ikki at veita stuðul
Mál nr.: 321-1-2024
Reist av: Næmingaráði í Stranda skúla
Málslýsing: Umsókn um net til sparkivøll
Avgerð: Avgjørt at kanna møguleikarnar fyri at inniloka vøllin í skúlagarðinum.