Tíðindi

16. mai 2024

SKS skipaði fyri árliga tilbúgvingardegnum

Í ár var tað Skálafjarðar Sløkkilið, sum fyriskipaði árliga tilbúgvingardagin fyri sløkkiliðsfólkum úr øllum landinum.

Endamálið við degnum er, at sløkkiliðsfólk saman kunnu nema sær vitan, býta royndir og annars at styrkja samleikan millum vinir og starvsfelagar.

Leygarmorgunin møttu áleið 100 sløkkiliðsfólk úr øllum landinum til morgunmat í Løkshøll, har Súni í Hjøllum, formaður í tilbúgvingarnevndini fyri Skálafjarðar Sløkkilið, bjóðaði vælkomin og greiddi stutt frá søguni hjá SKS.

Síðan vitjaðu sløkkiliðsfólkini á Bakkafrost, har tey fingu kunning og sóu virkið við tilbúgvingareygum.

Síðan varð farið aftur í Løkshøll, har løgreglan vitjaði og kunnaði um nýggjar møguleikar við fráboðan til 112.

Seinni varð so aðalfundurin eisini avgreiddur, áðrenn farið var út til Toftavatn, har fyrireikararnir høvdu fyriskipað eina stuttliga kapping, har høvðusdenturin var lagdur á samarbeiði. Hesa kapping vann liðið hjá SKS.

Seinni um kvøldið varð boðið til hugnaliga samkomu í Skótahúsinum, har eisini makar hjá sløkkiliðsfólkunum høvdu møguleika at vera við.

Aftan fyri Skálafjarðar Sløkkilið standa tær tríggjar kommunurnar við Skálafjørðin, Nes – , Runavíkar- og Sjóvar kommuna. Í heyst hevur felagsskapurin 50 ár á baki, og sigast má, at hetta kommunuala samstarvið hevur verið fyrimyndarligt við sera góðum og trúgvum sløkkiliðsfólkum - og nú í mong ár við Sunleivi Højgaard sum tilbúgvingarleiðara og Vilhelm M. Olsen sum varleiðara.

Fólkatalið í hesum trimum kommunum er áleið 7.200, og fevnir um eitt rættiliga vítt øki, av Eystnesi og og norður til Funnings. Í stýrinum fyri Skálafjarðar Sløkkilið eru teir tríggir borgarstjórarnir fastir limir, harafturat hevur Runavíkar kommuna tveir fastar limir. Í stýrinum er eisini tilbúgvingarleiðarin og eitt umboð frá fútanum. Eisini møtir varatilbúgvingarleiðarin til fundirnar.

Í Tilbúgvingarnevndina sita nú:

Hans L. Djurhuus, sum umboð fyri fútan

Sunleiv Højgaard, tilbúgvingarleiðari

Pauli Poulsen,

Terje Vestergaard og

Tórbjørn Jacobsen fyri Runavíkar kommunu

Artur Johansen fyri Sjóvar kommunu og

Súni í Hjøllum, fyri Nes kommunu.

Í 2025 verður tað eftir ætlan Tórshavnar Sløkkilið, sum fer at skipa fyri árliga tilbúgvingardegnum

 

Á myndini: Vilhelm M. Olsen, varaleiðari, Súni í Hjøllum, formaður í Tílbúgvingarnevndini og Sunleiv Højgaard, sløkkiliðsleiðari

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
09. sep 2026
Stongt vegna starvs­fólkadag
09. sep 2026
Morgunkaffi byrjar aftur
04. sep 2026
FM á langteini í súkkling í morgin, 5. sep.
03. sep 2026
Jamilla Collins í Smiðjuni í Lítluvík
31. aug 2026
Eigur tú eldri myndir av eldsløkking?
28. aug 2026
Fíggjar­nevndarfundur 21.08.2026
28. aug 2026
Kommunustýrisfundur 27.08.2026
27. aug 2026
Kommunustýrisfundur 27. august

Send boð til Sjóvar kommunu