Tíðindi
Fundur í Trivnaðar- og Mentanarnevndini 16.04.2024
Møtt: Hans Anders Jacobsen, Jóannes E. Markná og Steingrímur J. Jacobsen.
Umframt: Artur Johansen og Arthur Djurhuus Poulsen
Skrivari: Bárður Danielsen
Klokkan: 17:00 – 19:10
Viðmerkingar: Arthur fór av fundinum kl. 17.45.
Steingrímur luttók ikki til viðgerðina av máli 328-4-2024.
Mál nr.: 211-1-2024
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Eykajáttanir 2024 - eykajáttan til ungdómshúsið
Avgerð: Málið lagt fyri fíggjarnevnd
Mál nr.: 104-2-2024
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Leiguprísir í bygdahúsinum
Umsitingin hevur gjørt tilmæli til nýggjar leiguprísir fyri bygdahúsið.
Avgerð: Trivnaðarnevndin tekur undir við tilmælinum frá umsitingini
Málið lagt fyri fíggjarnevnd
Mál nr.: 323-2-2024
Reist av: Rói Davidsen
Málslýsing: Umsókn um stuðul til teknifilm
Avgerð: Samtykt ikki at veita stuðul.
Mál nr.: 323-3-2024
Reist av: Kim Simonsen
Málslýsing: Umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt at veita stuðul áljóðandi kr. 3.000
Mál nr.: 328-2-2024
Reist av: Músabróður v/Helenu V. Kallsberg
Málslýsing: Umsókn um stuðul til Lykkecup
Avgerð: Samtykt at veita stuðul áljóðandi kr. 5.000
Mál nr.: 328-3-2024
Reist av: Strálan
Málslýsing: Umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt ikki at veita stuðul, vísandi til samtyktina í 2023 (mál nr. 328-13-2023).
Mál nr.: 328-4-2024
Reist av: Skála Ítróttarfelag
Málslýsing: Umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt at veita stuðul áljóðandi kr. 100.000.
Mál nr.: 323-5-2024
Reist av: Tónleikasamband Føroya
Málslýsing: Umsókn um stuðul til Økistónar
Avgerð: Samtykt ikki at veita stuðul
Málslýsing: Framlegging og góðkenning av roknskapinum 2023 hjá Stranda Bókasavni.
Avgerð: Roknskapurin framlagdur og góðkendur
Mál nr.: 323-6-2024
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Stranda Bókasavn
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá umsitingini.
Málið lagt fyri fíggjarnevnd.
Mál nr.: 323-7-2024
Reist av: Henry á Fríðriksmørk
Málslýsing: Umsókn um stuðul til søguligar greinar
Avgerð: Samtykt ikki at veita stuðul
Mál nr.: 211-1-2024
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Eykajáttanir 2024 - eykajáttan til venjingarhølið í Stráluneystinum
Avgerð: Málið lagt fyri fíggjarnevnd
Mál nr.: 329-2-2024
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Almenn svimjing - tillagingar í upplatingartíðunum
Avgerð: Vegna sera lítla undirtøku fyri almennari svimjing mánadagar, mælir nevndin til at steðga við almennari svimjing mánadagar eftir summarfrítíðina, og bert hava svimjing miku- og leygardagar.
Málið lagt fyri kommunustýrið.