Tíðindi

11. apr 2024

Koyrikort til lítil prutl

Seinastu árini hevur verið møguligt at taka koyrikort til lítil prutl sum eitt skeið í Stranda kvøldskúla. Áhugin fyri hesum skeiði hevur verið sera stórur, og tí hava tvey skeið verið fyriskipað á hvørjum ári - eitt um várið og eitt um heystið.

Nú tað aftur várar, eru vit klár við nýggjum skeiði. Skeiðið byrjar mánadagin 22. apríl kl. 17.

Niðanfyri ber til at lesa meir um skeiðið: 

Mannagongd

  1. Frálæran er løgd til rættis við 27 skúlatímum á 45 minuttir hvør. 15 tímar í ástøðisfrálæru og 12 tímar í verkligari koyrifrálæru.
  2. Er tú undir 18 ár, krevst at tú hevur verið á skeið í fyrstuhjálp. Fyrstuhjálparskeið er við í frálæruni, og fevnir tað um 8 tímar í frálæru. 4 tímar í grundleggjandi uppafturlívgan og 4 tímar í fyrstuhjálp í ferðslu fyri ungar prutlførarar.
  3. Endalig ástøðisroynd og verklig roynd verður á Akstovuni. 

Krøv

Luttakarin skal verða 15 ár áðrenn 1. juni.  

Luttakarin skal eiga ella hava møguleika at læna prutl, ið er skrásett sum lítið prutl (30 km/t) og er í lógligum standi 

Tilmelding

Leinkja til tilmelding

Kostnaður

Kostnaður fyri skeiðið er kr. 1.500. 

Íroknað skeiðsgjaldið er undirvísingartilfar og fyrstuhjálparskeið 

Ein kostnaður fyri ástøðisroynd/verklig roynd og koyrikort á plastkortið kemur afturat skeiðsgjaldinum. Kostnaður fyri hetta er kr. 300.

 

Eru spurningar, ring til André Frederiksberg Danielsen, skeiðshaldara, á tlf. 221655

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
29. apr 2024
Flaggrøðan og flaggdagshaldið 2024 í myndum
24. apr 2024
Kom so, kom so St.Í.F
24. apr 2024
Kommunustýrisfundur 29. apríl
24. apr 2024
Fíggjar­nevndarfundur 24.04.2024
23. apr 2024
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 18.04.2024
22. apr 2024
Flaggdagshald á Strondum
19. apr 2024
Fundur í Vinnu- og Umhvørvis­nevnd­ini 18. apríl 2024
19. apr 2024
Annar hálvfinaludystu­rin verður í morgin

Send boð til Sjóvar kommunu