Tíðindi

11. des 2023

Søkt verður eftir námsfrøðingi til Lítlafløtt

 

Námsfrøðingur til Dagstovnin Lítlafløtt

Søkt verður eftir námsfrøðingi at byrja 1. januar 2024, ella so skjótt til ber. Arbeiðstíðin er 35-40 tímar um vikuna.

Vit ynskja:
- at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
- at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur
- at tú ert nærverandi, kreativ/ur og at tær dámar væl at vera úti
- at tú sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum
- at tú verður við til at mynda og menna okkara námsfrøðiliga umhvørvið
- at tú tosar væl føroyskt.

Vit bjóða:
- eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv, har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi á einum stovni, har karmarnir inni og úti eru sera góðir
- eitt starv, har tú saman við dugnaligum starvsfeløgum, ert við til at menna tað námsfrøðisliga umhvørvi
- eitt starv, har trivnaður, umsorgan, nærvera og menning eru í hásæti

Setanarviðurskifti:
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Meira fæst at vita um starvið við at tosa við Sóleyð Debes Joensen, leiðara, á telefon 232747. Kunning um stovnin fært tú við at vitja heimasíðu okkara www.litliflottur.fo

Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
27. desember 2023, kl. 12:00 og sendast til:

Dagstovnurin Lítlifløttur
Fløtuvegur 82
490 Strendur
ella á teldupost litliflottur@sjovar.fo

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
16. sep 2026
Fíggjar­nevndarfundur 16.09.2026
15. sep 2026
Garagan hjá Georg verður tikin niður
09. sep 2026
Stongt vegna starvs­fólkadag
09. sep 2026
Morgunkaffi byrjar aftur
04. sep 2026
FM á langteini í súkkling í morgin, 5. sep.
03. sep 2026
Jamilla Collins í Smiðjuni í Lítluvík
31. aug 2026
Eigur tú eldri myndir av eldsløkking?
28. aug 2026
Fíggjar­nevndarfundur 21.08.2026

Send boð til Sjóvar kommunu