Tíðindi

11. jul 2023

Torgið í Heygsstøð

Sjóvar kommuna hevur tikið stig til at seta eitt sølutorg upp í Heygsstøð.

Torgið er ætlað øllum tykkum, sum hava hug at selja ella keypa matvørur. Hetta kann t.d. vera fiskur, kjøt, grønmeti, pylsur, súltutoy og annar matur. Bert hugflogið setir mørk.

Tað er MEST, sum hevur sniðgivið og gjørt søluborðið, og Hans Pauli Jacobsen, arbeiðsmaður hjá Sjóvar kommunu, hevur gjørt húsið og borðið at hagreiða matin á.

Fyri at fáa gongd á nýtsluna av Torginum hevur Sjóvar kommuna heitt á Rósing Thomsen at selja fisk har í dag. Rósing er til útróðrar í løtuni og verður aftur kl. 17. Í tí sambandi verður søla av feskum fiski í dag, 11. juli, frá kl. 17-18. Minnist til at hava reiðan pening við. Øll eru annars vælkomin framvið í dag at hyggja at Torginum.

Í fyrstu atløgu kunnu tit lýsa á "Strandingar á facebook" og aðrastaðni, tá tit ætla at selja. Um søluvirksemið tekur dik á seg, gera vit ein bólk á facebook til endamálið. Tað er frítt at selja, og ikki er neyðugt at boða kommununi frá. 

Vit vóna, at tit taka væl ímóti Torginum, og at virksemi javnan verður at síggja har. 

Myndir av Torginum síggjast niðanfyri.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
10. nov 2026
Fíggjar­nevndarfundur 09.11.2026
09. nov 2026
Marknaðardagur í bygdahúsi­num 15. nov.
09. nov 2026
Lítlifløttur 20 ár
05. nov 2026
Jamilla á Café Bella
04. nov 2026
Sámuel bæði steypavinnari og føroyameistari
03. nov 2026
Kim Simonsen fær amerikanska virðisløn fyri yrkingar­savn
03. nov 2026
Lítlifløttur 20 ár
30. okt 2026
Handahornið týskvøldið 3. nov.

Send boð til Sjóvar kommunu