Tíðindi

17. mar 2023

Størsti fólkavøkstur í Føroyum seinastu 10 árini

Hagstova Føroya legði í vikuni út filmsbrot, har greitt varð frá fólkavøkstrinum seinastu 10 árini.

Filmsbrotið endaði í bygdahúsinum á Strondum, har sjóneykan varð sett á, hvar í Føroyum fólkavøksturin hevur verið størstur hesi árini. Og sum tann klóki lesarin longu hevur roknað út, so hevur vøksturin verið størstur í Sjóvar kommunu.

Fólkavøksturin í Sjóvar kommunu seinastu 10 árini hevur verið 26 %, í mun til ein vøkstur á 13 % fyri alt landið.

Í Sjóvar kommunu búgva 1.200 borgarar í fimm ymiskum bygdum. Niðanfyri sæst ein útgreinan av fólkatalinum, deilt út á bygdirnar í kommununi:

  • Strendur: 1.000 íbúgvar
  • Innan Glyvur: 89 íbúgvar
  • Selatrað: 43 íbúgvar
  • Kolbeinagjógv: 36 íbúgvar
  • Morskranes: 32 íbúgvar

Hetta halda vit er ein góð søga at byrja vikuskiftið við.

Filmsbrotið kann síggjast á facebook síðuni hjá Hagstovu Føroya.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
23. mar 2023
Svimjihylu­rin stongdur
21. mar 2023
Kommunustýrisfundur 27. mars
17. mar 2023
Størsti fólka­vøkstur í Føroyum seinastu 10 árini
17. mar 2023
Missiónsvika á Selatrað 17.-19. mars
14. mar 2023
Málningar hjá Anfríð Djurhuus á kommunuskrivu­stovuni.
14. mar 2023
Selatraðarvegu­rin verður grivin kl. 16.30
13. mar 2023
Innsavningin nógv tarnað hesa vikuna
08. mar 2023
Eydnuhjól og vørutombola
Send boð til Sjóvar kommunu