Tíðindi
Fundur í Trivnaðar- og Mentanarnevndini 16.01.2023
Møtt: Hans Anders Jacobsen, Jóannes E. Markná og Steingrímur J. Jacobsen.
Umframt: Artur Johansen, Jóhan Blábjørg og Pætur Jacobsen frá SMJ
Skrivari: Bárður Danielsen
Klokkan: 18:00 – 20:10
Viðmerkingar: Mál nr. 544-24-2022 um varandi orku í kommununi varð viðgjørt saman við limunum í Tøkni- og býarskipanarnevndini og Pæturi frá SMJ.
Pætur var bert við til viðgerðina av málið nr. 544-24-2022.
Mál nr.: 544-24-2022
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Varandi orka í kommununi.
Avgerð: Upprit frá SMJ við møguleikum og kostnaðarmetingum fyri jarðhita og sjógvhita lagt fram.
Mál nr.: 103-1-2023
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Vaskifólk til Stranda skúla.
Avgerð: Nevndin hevur gjørt tilmæli, sum verður lagt fyri kommunustýrið.
Mál nr.: 328-5-2022
Reist av: St.Í.F.
Fylgiskjøl: Ársroknskapur 21/22
Málslýsing: Umsókn um rakstrarstuðul 2022/2023.
Avgerð: Samtykt at veita rakstrarstuðul á kr. 250.000.
Mál nr.: 320-8-2022
Reist av: Poulina Abrahamsen
Málslýsing: Umsókn um stuðul til minnismerki.
Avgerð: Samtykt ikki at veita stuðul.
Mál nr.: 328-2-2023
Reist av: Norðljómur
Málslýsing: Umsókn um stuðul til íslandsferð hjá Klarinett næmingum í Stranda Musikkskúla.
Avgerð: Samtykt at veita stuðul áljóðandi kr. 5.000.