Tíðindi

12. nov 2022

Fýra grundøkir í Dávagerði til sølu

Grundøkir á Strondum til sølu til íbúðarbygging

Sjóvar kommuna lýsir við hesum fýra grundøkir til sølu til íbúðarbygging. Talan er um tveir partar av matr. nr. 366a, Strendur, sum eru uml. 650 og 1.130 m2, og tveir partar av matr. nr. 366a og 613a, Strendur, sum eru uml. 870 og 2.350 m2.

Ognirnar liggja við Dávagerði.

Sjóvar kommuna ynskir at bjóða ein fjølbroyttan bústaðarmarknað, sum kann nøkta
ymiska tørvin hjá borgarunum til bústað, og at útvega íbúðir er partur av hesi ætlan.
Sølan er skipað soleiðis, at tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu
byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar. Hetta kann vera
eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir. Tilhoyrandi parkering og nøktandi loysnir fyri
uttanumøkið er partur av loysnini.
Tað er ein treyt, at tað er eitt hóskandi tal av íbúðum í verkætlanini. Tað er ein fyrimunur,
um byggingin er fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum, har atlit verður tikið til
umhvørvið og góða útsýnið. Kommunan leggur eisini dent á, at byggingin fer at taka seg
væl út, er dygdargóð og fellur væl inn í landslagið.

Fyri søluna er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari
fastogn galdandi.

Útbjóðingin og sølan er løgd soleiðis til rættis, at tað verður komið fram til bestu
loysnina, sum tryggjar eina fjølbroytta, snøgga og dygdargóða bústaðarloysn, sum tekur
seg væl út í umhvørvinum.

Sølutilfarið fæst somuleiðis við at venda sær til SÓKN Advokatar.

Tey, sum vísa útboðnum áhuga, kunnu við at skráseta seg hjá SÓKN Advokatum fáa skrivliga kunning um settar fyrispurningar og svar. Kunningin er navnleys.

Skrivlig tilboð verða at lata SÓKN Advokatum, stílað Eyðbjørn Larsen, adv., í afturlatnum
brævbjálva saman við fylgiskjølum og váttanum v.m. í seinasta lagi tann 7. februar 2023.

Skrivligu tilboðini verða at senda til adressuna:
SÓKN Advokatar
Jekaragøta 10
Postboks 258,
110 Tórshavn.
Eisini ber til at lata tilboðini inn persónliga í móttøkuni á sama bústaði.

Strendur, tann 8. november 2022
Artur Johansen, borgarstjóri

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
14. okt 2025
Brævatkvøður til kirkju­ráð­svalið 4. nov.
09. okt 2025
Tilmelding til Stranda kvøldskúla
29. okt 2025
Minningarhald teirra sjólætnu
28. okt 2025
Kommunustýrisfundu­rin í november fluttur
27. okt 2025
Skatta­listin fyri 2024
27. okt 2025
Fráfaringarløta fyri Anneke Højrup
27. okt 2025
Sunleiv fingið heiðurstekin fyri trúgva tænastu
22. okt 2025
Kommunustýrisfundur 27. oktober

Send boð til Sjóvar kommunu