Tíðindi

29. mar 2022

Fundur í Tøkni- og býarskipanarnevndini 14.03.2022

 
Tøkni- og býarskipanarnevndin 14.03.2022
Møtt: Rógvi R. Djurhuus og Súni F. Olsen
 
Umframt: Tummas Johannesen og Artur Johansen
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-18:00

Mál nr.: 542-3-2022, umsókn um frávik í byggisamtyktini
Reist av: Jens L. Thomsen
Málslýsing: Søkt verður um frávik í samband við byggiloyvi til umbygging á matr. nr. 424
Innan Glyvur
Avgerð: Nevndin mælir til, at frávik verður givið. Lagt fyri kommunustýrið.


Mál nr.: 542-1-2022, um sókn um frávik í byggisamtyktini
Reist av: Øssur Højgaard
Málslýsing: Søkt verður um frávik í samband við byggiloyvi til sethús á matr. nr. 379c á Strondum.
Avgerð: Samtykt, at frávik ikki verður givið. Víst verður til serstøku byggisamtyktina fyri Fríðufløtur.

Mál nr.: 104-11-2021, bjóða 79bs og 79bt út til íbúðarbygging
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Eyðbjørn Larsen frá SÓKN advokatum kemur á fund um útbjóðingartilfarið í dag. Málið verður tikið við á fundin um hann fær tíð at gera eitt endaligt uppskot áðrenn fundin mánadagin.
Avgerð: Málið er ikki klárt. Tikið av skránni.


Mál nr.: 541-5-2020, byggisamtykt við Lágarvegin
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Ein viðmerking er komin frá íbúgvum við Lágarvegin.
Avgerð: Arbeitt verður við eini nýggjari íbinding í landsvegin frá Lágarvegnum.


 

 

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
16. mai 2026
Kom-út-vikan í Sjóvar kommunu 25.-31. mai
16. mai 2026
Myndasavn: Ruddingardagur 16. mai 2026
15. mai 2026
Loppu­marknaður, kaffisøla og lutaseðlar
15. mai 2026
Einfaldari at avgreiða byggimál og endurskoða fígging av eldraøkinum
15. mai 2026
10,91% meira í skatta­inntøku enn í fjør
13. mai 2026
Bøgarðar og hegn skulu vera í seyðahøgum standi
11. mai 2026
Broyting í ruskinn­savning­ini hesa vikuna (vika 20)
11. mai 2026
Planta eitt træ

Send boð til Sjóvar kommunu