Tíðindi
Fundur í Trivnaðar- og Mentanarnevndini 18.01.2022
Møtt: Hans Anders Jacobsen, Jóannes E. Markná og Steingrímur J. Jacobsen.
Umframt:
Skrivari: Bárður Danielsen
Klokkan: 17:30 – 19:45
Viðmerkingar: Jóannes luttók ikki til viðgerðina av málunum 328-1-2022 og 328-2-2022
Mál nr.: 324-1-2022
Reist av: Súsanna Thomsen
Málslýsing: Keiin norðan fyri Morskranes
Avgerð: Nevndin vísur á, at Sjóvar kommuna hevur sett pening av í 2022 at fríðka í og rundan um grótbroti við Breiðá, norðanfyri Morskranes.
Nevndin ynskir at umsóknin verður tikin við í eina heildarætlan fyri økið, men ynskir ikki at stuðla umsóknini í 2022.
Jóannes luttók ikki til viðgerðina av hesum máli
Mál nr.: 328-1-2022
Reist av: St.Í.F.
Málslýsing: Umsókn um stuðl 2021/22
Avgerð: Samtykt at stuðla við kr. 150.000 í rakstrarstuðli fyri kappingarárið 2021/2022
Jóannes luttók ikki til viðgerðina av hesum máli
Mál nr.: 328-2-2022
Reist av: St.Í.F.
Málslýsing: Umsókn um stuðul til hallarleigu
Avgerð: Samtykt at stuðla við kr. 250.000 til hallarleigu fyri kappingarárið 2021/2022
Mál nr.: 328-3-2022
Reist av: Team Rynkeby
Málslýsing: Umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt at stuðla við kr. 2.500
Mál nr.: 104-2-2021
Reist av: Lítlifløttur
Málslýsing: Frítíðarstovan ov lítil
Avgerð: Uppskot um arbeiðsbólk verður lagt fyri kommunustýrið.
Málslýsing: Ungdómsarbeið í Sjóvar kommunu
Avgerð: Stovna mál
Málslýsing: Forhøllin í Stranda skúla
Avgerð: Stovna mál
Tekniska umsiting arbeiður víðari við málinum.
Málslýsing: Ítróttarhøll
Avgerð: Stovna mál