Tíðindi

18. nov 2021

Opið Atelier – framsýning á Strondum

Leygardagin 20. og sunnudagin 21. nov. er atelierið hjá Finleif Mortensen opið. Til ber at síggja, hvat er í gongd og hvat annars hongur á veggjunum av lidnum málningum í atelierinum.

Eftir at korona mestsum stongdi øll gallaríir og útstillingarhøli her og uttanlands, er spakuliga gongd komin á aftur, tó við teimum tilmælum, sum eru galdandi.

Finleif er aktivur við framsýningum her og uttanlands og talan er um figurativar landsskapsmálningar og abstraktar málningar.

Tað, sum er á stafelinum í løtuni, eru málningar við íblástri av serliga heyst- og vetrarljósinum, sum eisini óbevíst ávirkar litsamansetingina í tí abstrakta málninginum.

Opið er leygardagin frá 11.00 - 18.00 og sunnudagin frá 14.00 - 18.00
Eftir hetta kann atelierið vitjast eftir avtalu.

Adressan er undir Torvbrekku 12b, Strendur.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
17. jul 2026
Stongt vegna summarfrí
15. jul 2026
Íbúðir í Dávagerði reistar
15. jul 2026
Tveir 90 ára føðingardagar
10. jul 2026
Avbrot á fipursambandi­num á Strondum
09. jul 2026
Tvey umboð í Sjóvar kommunu til EM fyri unglinga-landslið í dart
07. jul 2026
Strandingu­rin Pauli Rasmussen millum fimm teir mest spennandi at fylgja í U20 EM
01. jul 2026
Vaskifólk til skúlan
26. jun 2026
Rynkeby á vitjan í Sjóvar kommunu

Send boð til Sjóvar kommunu