Tíðindi

25. okt 2021

Dyppa og svimja á sjónum

Nakar hug at dyppa í dag? Hesin spurningur tikkar javnan inni á messenger-bólki á Facebook fyri dyppi-áhugaði á Strondum.

Dypping hevur veruliga vundið uppá seg seinastu árini, og sigast má, at áhugin fyri hesum nýggja frítíðarvirksemi er vaksandi, eisini á Strondum. Í løtuni eru einar 25 kvinnur virknar á hesum bólki. Hóast eingin maður enn er við í bólkinum, eru teir eisini vælkomnir. Øll eru vælkomin í bólkin, og innliman í bólkin kann t.d. gerast við at seta seg í samband við Janu K. Rasmussen ella onkra aðra í bólkinum.

Fríggjadagin í seinastu viku høvdu tær boðið umboðum frá Sjóvar kommunu til stevnu sunnanfyri bátahylin við Sjógv, sum er eitt av støðunum, ið verður nýtt til høvið.

Málið við fundinum var at vísa á ábøtur, ið kunnu gerast, soleiðis at umstøðurnar at dyppa á Strondum gerast betri. Fyri at koma á tal við hesar kvinnur máttu vit tíðliga á føtur hendan morgun, tí tær ætlaðu at dyppa, áðrenn farast skuldi undir dagsins yrki.

Níggju kvinnur vóru møttar hendan kalda, vetrarkenda fríggjamorgun. Aftaná eitt gott prát smoygdu tær yvirklæðini av sær og fóru útí. Lágu hitastigini sóu als ikki út til at muna. Kvinnurnar vísa á, at dypping er eitt vanaelvandi virksemi, sum gevur orku og yvirskot. Harafturat siga tær, at hetta er avbera sosialt.

Næsta uppgávan hjá Sjóvar kommunu verður nú at gera viðurskiftini til dypping frægari.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
24. apr 2024
Kom so, kom so St.Í.F
24. apr 2024
Kommunustýrisfundur 29. apríl
22. apr 2024
Flaggdagshald á Strondum
19. apr 2024
Annar hálvfinaludystu­rin verður í morgin
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúla­framsýning­ini 2024
15. apr 2024
Steypakapping í talvi í bygdahúsi­num á Strondum
15. apr 2024
Ársaðalfundur hjá pensjónista­felagnum
15. apr 2024
Aðalfundur hjá Stranda Talvfelag

Send boð til Sjóvar kommunu