Tíðindi

16. sep 2021

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna við Skálafjørðin

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna við Skálafjørðin

Umsóknarfreistin er 23. september 2021
 
Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna við Skálafjørðin

Eitt starv sum sosialráðgevi hjá Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin er leyst at søkja til setan 1. november 2021 ella skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er full tíð.

Barnaverndartænastan við Skálafjørðin er eitt samstarv millum Nes-, Sjóvar- og Runavíkar kommunu, og vit halda til í hølum á Mýravegi 26 í Runavík. Á deildini starvast seks fólk, skrivari, sosialráðgevar og sálarfrøðingur.

Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.

 

Arbeiðsuppgávur:

• málsviðgerð, kanningar og samrøður við børn og vaksin

• fyrireika mál til viðgerð í Barnaverndarnevndini

• samskipa og samstarva tvørfakliga við aðrar myndugleikar

• vera við í vaktarskipan hjá Barnaverndartænastuni

 

Vit ynskja okkum starvsfólk, sum:

• hava góð samskiftis- og samstarvsevni

• vilja samstarva og duga at síggja loysnir

• tola at arbeiða undir trýsti

• hava yvirlit og kunna arbeiða sjálvstøðugt

 

Førleikakrøv:

• Útbúgvin sosialráðgevi ella aðra viðkomandi útbúgving

• Viðkomandi royndir eru ein fyrimunur, men ongin treyt

 

Umsókn

Umsókn saman við prógvum og CV skal sendast umvegis starvslýsingina HER í seinasta lagi hósdagin 23. september 2021.

Um ikki nóg nógvir umsøkjarar søkja starvið, tilskilar Barnaverndartænastan við Skálafjørðin sær rætt til at søkja av nýggjum.

 

Løn og setanarviðurskifti

Løn og setanarviðurskifti eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

 

Nærri upplýsingar

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jenny Petersen, leiðara fyri Barnaverndartænastuna, á tlf. 237096.

 

Nes-, Sjóvar- og Runavíkar kommuna samstarva um Barnaverndartænastuna sambært lóg um barnavernd. Í kommununum búgva á leið 6.500 fólk.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
18. mar 2026
Fundur í Tøkni- og býarskipanar­nevnd­ini 17. mars 2026
17. mar 2026
Ársaðalfundur hjá Stráluni
17. mar 2026
Valevnislistar til Løgtingsvalið 2026
17. mar 2026
Valevnalistar til fólka­tingsvalið 2026
13. mar 2026
”Saman um bygdina” – Nýggj stuðuls­skipan til smærri alment gagnligar verkætlanir
13. mar 2026
Løgtingsvalið - brævatkvøður og valkort
13. mar 2026
Fólka­tingsvalið - brævatkvøður og valkort
06. mar 2026
Vallistar

Send boð til Sjóvar kommunu