Tíðindi
Fundur í Trivnaðar- og Mentanarnevndini 17.08.2021
Møtt: Hans Anders Jacobsen, Jóannes Makná og Steingrímur J. Jacobsen.
Umframt:
Skrivari: Bárður Danielsen
Klokkan: 18.00 – 18.50
Viðmerkingar: Jóannes luttók ikki til viðgerðina av máli nr. 328-9-2020 og 328-10-2020
Mál nr.: 328-6-2021
Reist av: Strálan
Málslýsing: Umsókn um stuðul til nýggjan bát
Avgerð: Samtykt at stuðla Ungmannafelagnum Strálan við kr. 10.000 til nýggjan bát.
Jóannes luttók ikki til viðgerðina av hesum málinum
Mál nr.: 328-10-2020
Reist av: St.Í.F.
Málslýsing: Umsókn um stuðul til hallarleigu
Avgerð: Samtykt at stuðla St.Í.F. við kr. 250.000 til hallarleigu. Stuðulin verður útgoldin tá roknskapurin fyriliggur.
Jóannes luttók ikki til viðgerðina av hesum málinum
Mál nr.: 328-9-2020
Reist av: St.Í.F.
Málslýsing: Umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt at veita St.Í.F. fíggjarligan stuðul á kr. 50.000 fyri 2021, sambært játtanini í fíggjarætlanini. Stuðulin verður útgoldin tá roknskapurin fyriliggur. Umsóknin um hægri stuðul verður tikin við til fíggjarætlanararbeiðið fyri 2022 seinni í heyst.