Tíðindi

18. jul 2021

Myndarøð frá drotningavitjanini á Strondum

Í dag, sunnudagin 18. juli, hevur H. H. Drotningin vitjað á Strondum.

Fyrst vitjaði Drotningin við Sjóvar kirkju til almenna móttøku. Nes Sóknar Musikkfelag spældi nøkur løg, og Alisa Johansen handaði Drotningini eitt blómutyssi. Síðani helt borgarstjórin, Artur Johansen, eina røðu, áðrenn leiðin gekk inn í Sjóvar kirkju. Kári í Garði greiddi frá um kirkjuna, og kórið Silvitni sang trý løg. Til seinast var Margretha Drotning boðin til ein drekkamunn í kirkjuhúsinum.

Seinni steðgur á Strondum var á Snælduni. Carl Johan Olsen, “Kalli” og frú Mia Olsen bjóðaðu H. H. Drotningini vælkomnari, áðrenn Maritt Skaal Olsen handaði Drotningini eitt blómutyssi. Síðani vísti Maja Skaale Olsen Drotningini runt og greiddi frá um familjufyritøkuna.

Í handlinum hjá Snælduni handaði borgarstjórin Margrethu drotning eina gávu frá kommununi. Drotningin fekk eisini gávu handaða frá Snælduni.

Myndir: Myndin / Klara Johannesen

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
04. sep 2026
FM á langteini í súkkling í morgin, 5. sep.
03. sep 2026
Jamilla Collins í Smiðjuni í Lítluvík
31. aug 2026
Eigur tú eldri myndir av eldsløkking?
27. aug 2026
Kommunustýrisfundur 27. august
21. aug 2026
Diabetes 2 kanningar á Strondum 3. september
18. aug 2026
Stranda musikk­skúli
18. aug 2026
St.Í.F. aðalfund 31. august
14. aug 2026
Nýggja skipanin "kyss og koyr" riggar væl

Send boð til Sjóvar kommunu