Tíðindi

06. jul 2021

Gongutúrur niðan á Skælingsfjall

Ætlanin er at skipa fyri einum gongutúri niðan á Skælingsfjall sunnudagin 25. juli.

Skælingsfjall er 767 metrar høgt og liggur á vestursíðuni á Streymoynni. Av Skælingsfjalli er gott útsýni m.a. yvir Vágoynna, Koltur, Heystur og fjallatindarnar norðanfyri.

Gongutúrurin byrjar á Skeiðsskarði, sum er á vegnum niðan á Sornfelli. Haðani verður gingið niðan á Skælingsfjall. Uppi á Skælingsfjalli verður okkurt mentarnarligt íkast. Síðani verður gingið oman í bygdina. Á garðinum verður boðið vælkomið við durasnapsi. Borðreitt verður við breyði við føroyskum viðskera. Øl og sodavatn fæst til keyps. Omaná verða kaffi, te og lagkaka.

Gongutúrurin tekur umleið 6 tímar og er ein miðal tungur túrur. Petur Jákupsson, ættaður av Skælingi, verður ferðaleiðari á túrinum.

Fyri at tryggja okkum góð veðurlíkindi seta vit ikki endaliga dagfesting á túrin, men hava heldur eyguni eftir einum góðum degi. Vit miða tó í fyrsta umfari eftir sunnudegnum 25. juli. Farið verður av Skeiðsskarðið kl. 12.00. Vit geva nærri boð, tá vit nærkast degnum. Viðrar ikki, finna vit ein annan dag.

Um tað verður so, at tað er mjørki á Skælingsfjalli, so gera vit ein alternativan túr. Gingið verður av Skeiðsskarði eystanfyri Skælingsfjall norður á Skælingsreyn (Streymoyarsyllina). Síðani verður gingið oman í bygdina.

Vegna fyrireiking av mati til túrin ynskja vit at hoyra frá øllum, sum kundu hugsað sær at komið við. Tit siga frá við at ringja á tlf. 232725 ella skriva til bardur@sjovar.fo Túrurin kostar 350 kr., sum tit rinda við reiðum peningi á Skælingi. Til sjálvan gongutúrin skulu tit hava egnan matpakka og drekka við. Tit skipa sjálvi fyri farti til Skeiðsskarð, og eftir túrin hjálpa vit tykkum aftur niðan á Skeiðsskarð eftir bilunum.

 

Við vón um góða undirtøku.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
25. sep 2026
Tónleika-Kafé
23. sep 2026
Talvvenjing byrjar aftur
17. sep 2026
Kommunustýrisfundur 24. sep.
15. sep 2026
Garagan hjá Georg verður tikin niður
09. sep 2026
Stongt vegna starvs­fólkadag
09. sep 2026
Morgunkaffi byrjar aftur
04. sep 2026
FM á langteini í súkkling í morgin, 5. sep.
03. sep 2026
Jamilla Collins í Smiðjuni í Lítluvík

Send boð til Sjóvar kommunu