Tíðindi

03. jun 2021

Fundur í Trivnaðar- og Mentanarnevnd 02.06.2021

Møtt: Hans Anders Jacobsen, Jóannes Makná og Steingrímur J. Jacobsen.
Umframt: Artur Johansen
Skrivari: Bárður Danielsen
Klokkan: 17.00 – 19.40
Viðmerkingar: Jóannes luttók ikki til viðgerðina av málið nr. 323-4-2019


Mál nr.: 323-3-2021
Reist av: Summartónar 
Málslýsing: Umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt ikki at veita stuðul

 

Mál nr.: 320-2-2021
Reist av: ADHD felagið
Málslýsing: Umsókn um fíggjarligan stuðul
Avgerð: Samtykt ikki at veita stuðul

 

Mál nr.: 321-1-2021
Reist av: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Málslýsing: Umsókn um stuðul til føroysku barnabløðini
Avgerð: Samtykt at stuðla, soleiðis at øll børn í aldrinum 0.-7. Flokk í Sjóvar kommunu fáa føroysku barnabløðini.

 

Mál nr.: 328-2-2021
Reist av: Boliviahjálpin
Málslýsing: Umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt ikki at veita stuðul

 

Mál nr.: 328-4-2021
Reist av: Team Rynkeby
Málslýsing: Umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt at stuðla við kr. 2.500

 

Mál nr.: 323-4-2021
Reist av: TVAZZ
Málslýsing: Umsókn um stuðul
Avgerð: Samtykt ikki at veita stuðul

 

Mál nr.: 321-2-2021
Reist av: Stranda skúli
Málslýsing: Umsókn um ljóð og myndaútgerð
Avgerð: Nevndin mælir til at keypa ljóð og myndaútgerð til fimleikarhøllina í Stranda skúla.
Málið verður lagt fyri fíggjarnevndina.

 

Mál nr.: 321-3-2021
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Lyfta í skúlanum
Avgerð: Nevndin mælir til at umstøður verða skipaðar í skúlanum, soleiðis at allir næmingar, starvsfólk og vitjandi, eisini tey við rørslutarni, kunnu ferðast frítt í Stranda skúla.
Málið verður lagt fyri kommunustýrið.

 

Mál nr.: 103-3-2021
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Barnatannrøktin – endaligur sáttmálið til góðkenningar
Avgerð: Nevndin mælir til at sáttmáli verður gjørdur um barnatannrøkt.
Málið verður lagt fyri fíggjarnevnd og kommunustýrið

 

Mál nr.: 103-5-2021
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Søkja eftir vaskifólki til venjingarhølið í Stráluneystinum
Avgerð: Nevndin mælir til at søkja eftir vaskifólki til venjingarhølið í Stráluneystinum.

 

Mál nr.: 104-10-2019
Reist av: Stranda musikkskúli
Málslýsing: Musikkskúlaskipanin
Avgerð: Nevndin mælir til at søkja eftir nýggjum musikkskúlasamskipara til Stranda Musikkskúla.
Málið verður lagt fyri fíggjarnevnd og kommunustýrið

 

Málslýsing: Barnaansingarøkið – frítíðarskúlin og nýggjur barnagarður
Avgerð: Staðseting av nýggjum barnagarði viðgjørd.
Nevndin mælir til at seta ferð á at loysa hølistørvin í frítíðarstovuni, bæði upp á stutt sikt og lang sikt.

 

Málslýsing: Fríðka í grótbrotinum norðanfyri Morskranes
Avgerð: Stovna mál

 

Mál nr.: 17/00020
Reist av: Sjóvar kommunu
Málslýsing: Viðarlundin Innan Glyvur
Avgerð: Nevndin mælir til at taka við stuðlinum og byrja arbeiðið sum skjótast.

 

Mál nr.: 323-4-2019
Reist av: Sjóvar kommuna
Málslýsing: Nýtt spæliøkið við Stranda skúla
Avgerð: Nevndin mælir til at spæliøkið verður gjørt meira liðugt.
Málið verður lagt fyri fíggjarnevnd.

 

Jóannes luttók ikki til viðgerðina av hesum málið
Mál nr.: 328-12-2020
Reist av: St.Í.F. 
Málslýsing: Umsókn um betri hølisviðurskifti
Avgerð: Nevndin mælir til at Stranda Ítróttarfelag fær hølir á loftinum í bygdahúsinum.
Málið verður lagt fyri kommunustýrið.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
24. jan 2024
Fundur í Trivnaðar- og Mentanar­nevnd­ini 23.01.2024
29. nov 2023
Fundur í Trivnaðar- og Mentanar­nevnd­ini 28.11.2023
15. nov 2023
Fundur í Trivnaðar- og Mentanar­nevnd­ini 14.11.2023
08. nov 2023
Fundur í Trivnaðar- og Mentanar­nevnd­ini 07.11.2023
16. aug 2023
Fundur í Trivnaðar- og Mentanar­nevnd­ini 15.08.2023
16. jun 2023
Fundur í Trivnaðar- og Mentanar­nevnd­ini 15.06.2023
17. mai 2023
Fundur í Trivnaðar- og Mentanar­nevnd­ini 16.05.2023
16. feb 2023
Fundur í Trivnaðar- og Mentanar­nevnd­ini 15.02.2023

Send boð til Sjóvar kommunu