Tíðindi

15. apr 2021

Saman basa vit einsemi

Reyði Krossur vil seta sjóneykuna á avbjóðingar av einsemi og sosialari avbyrging, ið ongantíð hevur verið meira viðkomandi enn eftir koronafarsóttin byrjaði at gera um seg.

Reyði Krossur skipar tí fyri átakinum ‘Saman basa vit einsemi’. Seks tiltøk verða kring landið har Suni Poulsen, sálarfrøðingur greiðir frá um einsemi og avbjóðingar við tí, Reyði Krossur fortelur um ‘Vitjanartænastuna’ til einsamallar borgarar og ‘Familjuvinir’ til tilflytarar, Dragana Popovic sigur frá hennara søgu um einsemi sum tilflytari, eins og stuttfilmur verður vístur og livandi tónleikur at hoyra.

Ókeypis atgongd er til tiltøkini og øll eru hjartaliga vælkomin.

Týskvøldið 27. apríl kl 19 í Spaniastovu í Klaksvík
Mikukvøldið 28. apríl kl 19 í Marghøllini í Sørvági
Hóskvøldið 29. apríl kl 19 á Caféini á Mølini í Skálavík
Týskvøldið 4. mai kl 19 í Norðurlandahúsinum í Tórshavn
Mikukvøldið 5. mai kl 19 í Løkshøll í Runavík
Hóskvøldið 6. mai kl 19 í SALT í Øravík

 

Nærri kunning fæst her: https://redcross.fo/baseinsemi/

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
15. sep 2026
Garagan hjá Georg verður tikin niður
09. sep 2026
Stongt vegna starvs­fólkadag
09. sep 2026
Morgunkaffi byrjar aftur
04. sep 2026
FM á langteini í súkkling í morgin, 5. sep.
03. sep 2026
Jamilla Collins í Smiðjuni í Lítluvík
31. aug 2026
Eigur tú eldri myndir av eldsløkking?
28. aug 2026
Fíggjar­nevndarfundur 21.08.2026
28. aug 2026
Kommunustýrisfundur 27.08.2026

Send boð til Sjóvar kommunu