Tíðindi

07. apr 2021

Kvinnurnar í FM finaluni

Fyri fyrstu ferð nakrantíđ eru kvinnurnar hjá St.Í.F í eini FM finalu. Hetta hendi í gjárkvøldið, tá Emmy Kass seinastu løtu av umdystinum setti bóltin í netið til 23-22 til St.Í.F.

Dysturin var at byrja við heldur tamur, og í hálvleikinum vóru okkara kvinnur aftanfyri við fýra málum. Seinni hálvleikur byrjaði sum fyrri endaði, tað gekk illa at fáa mál, málmunurin bara vaks, og tá 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki var H71 á odda við seks málum. Áskoðararnir byrjaðu at tosa um, at nú máttu tær spæla triðja dystin fyri at finna ein vinnara. Men so setti Haruka turboina til og skoraði trý mál á rað, og tá Lív í 15. minutti skeyt sítt fjóðra mál, var munurin komin niður á trý mál, so nú stóð 15-18 á máltalvuni. 
Ikki fyrr enn fimm minuttir vóru eftir av dystinum komu okkara kvinnur upp á javnleik, og so komu ikki fleiri mál. Úrslitið var, at dysturin endaði 19-19. Men hetta var ein hálvfinaludystur og skuldi avgerast, so umdystur mátti til. Fyrstu fimm minuttirnar fekk St.Í.F tvey mál og H71 fekk eitt, so støðan eftir fyrsta umdyst var 21-20 til okkara kvinnur. Seinnu fimm minuttirnir blivu í so spennandi: H71 javnaði til 21-21 og í síðsta minuttinum komu trý mál afturat, fyrst setti Haruka eitt straffi í netið til 22-21, og beint eftir javnaði H71 til 22-22. Nú vóru 15 sekund eftir av dystinum, so nú skuldi gerast skjótt av, og tá Emmy í seinastu løtu fekk bóltin á vonginum, hevði hon eitt at gera: at skjóta. Sjáldan hevur rómurin veri størri enn ta løtuna tá Emmy skeyt okkara kvinnur í FM finaluna.

"Hvør skuldi trú tí" segði Sjúrður Hoydal frá FM1 eftir dystin. "Tá eg seinasta ár var á Skála og tosaði við kvinnurnar hjá St.Í.F, var málið hjá teimum at vinna ein dyst, tær høvdu ongan dyst vunnið í tvey ár. Og nú eru tær í finaluni."

Vit ynskja Jón og hansara gentum hjartaliga til lukku við finaluplássinum. Vit gleða okkum til næstu dystirnar.

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
17. des 2025
Søkt verður eftir námsfrøðingum til Lítlafløtt
16. des 2025
Loyvi til nýggjársbál
16. des 2025
Kommunuskrivstovan um jóla- og nýggjárshøgtíðina
15. des 2025
Kommunustýrisfundur 18. desember
15. des 2025
Fríðuf­løtur stongdur týsdagin
15. des 2025
Syngja jólini inn á Selatrað
15. des 2025
Magni Christiansen í Sjóvar kirkju
12. des 2025
Syngja jólini inn í Missións­húsinum

Send boð til Sjóvar kommunu