Tíðindi

06. jan 2021

Starvsfólk til Lítlafløtt

Námsfrøðingur til dagstovnin Lítlafløtt á Strondum

Søkir verður eftir:

-         Námsfrøðingi at arbeiða 35 tímar um vikuna. Talan er um eitt farloyvisstarv í miðlingatovu frá 1. februar 2021 til
          1. februar 2022.
-         tveimum avloysarum fyribils til 1. juli 2021

Vit ynskja
- at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing fyri tí einstaka barninum
- at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur
- at tær dámar væl at vera úti og sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum
- at tú verður við til at mynda og menna okkara námsfrøðiliga umhvørvið

Vit kunnu bjóða eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv á einum stovni, har tú saman við góðum starvsfeløgum, ert við til at byggja upp eitt spennandi námsfrøðiligt umhvørvi.

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Um eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í staðin.

Meira fæst at vita um starvið við at tosa við Sóleyð Debes Joensen, leiðara, á tlf. 232747.

Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 7. januar 2021, kl. 12 og sendast til: 

Dagstovnurin Lítlifløttur
Fløtuvegur 82
490  Strendur

ella til litliflottur@sjovar.fo

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
04. jul 2025
Námsfrøði­ligur ráðgevi til Lítlafløtt
01. jul 2025
U21 leikarar­nir komnir heim við bronsuni
30. jun 2025
Kommunulækna­viðtalan opin aftur sum vanligt
28. jun 2025
Størsta skip nakrantíð í Sjóvar havn
27. jun 2025
Útihondbóltskapping á vøllinum við bygdahúsið
27. jun 2025
Varaleiðari til Lítlafløtt
26. jun 2025
Myndir frá framløguni av staðarnøv­num á Selatrað
26. jun 2025
Eingin almenn móttøka fyri Team Rynkeby á Strondum

Send boð til Sjóvar kommunu