Tíðindi

24. nov 2020

Kommunustýrisfundur 23.11.2020

Kommunustýrisfundur 23.11.2020
Møtt: Artur Johansen, Lisa Frederiksberg, Steingrím Jacobsen, Anfinn Gærdum, Jákup Berthelsen, Súni F. Olsen
og Pole J. Hansen

Umframt: Julia Kass
Skrivari: Anna E. Joensen
Klokkan: 17:00-19:50

 

Mál: 104-1-2019 – Talgildu Føroyar.
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Fíggjarnevndin mælir til, at eykajáttan á kr. 499.000 verður givin fyri at luttaka í verkætlanini “Talgildu Føroyar”.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá fíggjarnevndini. Onnur viðgerð verður 14. desember.

Mál: 211-2-2020 – Eykajáttanir 2020
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Uppskot frá fíggjarleiðaranum.
Avgerð: Samtykt við fyrstu viðgerð. Onnur viðgerð verður 14. desember.


Mál: 211-1-2020 – Fíggjarætlan 2021
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Uppskot til fíggjarætlan løgd fyri kommunustýrið.
Avgerð: Onnur viðgerð. Samtykt.
Inntøkur: kr. 56.329.500
Útreiðslur: kr. 49.595.600
Avlop: kr. 6.733.900
Avdráttir: kr. 5.620.400
Íløgur: kr. 12.615.000
Hall: kr. 11.501.500

Skattaprosentið verður 21
Barnafrádrátturin verður kr. 7.000,00

Mál: 541-21-2019 – Dávagerði II
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Tekniska nevnd hevur lagt uppskot um tilsøgn til arbeiðstakara fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at taka undir við tilmælinum um tilsøgn. Umsitingin arbeiðir víðari við málinum.

Mál: 541-20-2020 – Almenna byggisamtyktin
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Tekniska nevnd hevur lagt málið fyri kommunustýrið.
Avgerð: Teksturin til dagføring av byggisamtykini góðkendur. Arbeitt verður við at fáa kortini klár til næsta kommunustýrisfund.


Mál: 542-48-2020 – Umsókn um frávik, matr. nr. 713
Reist av: John Bjarna Frederiksberg 
Málslýsing: Tekniska nevnd mælir til, at frávik verður givið.
Avgerð: Samtykt at taka undir við tilmælinum frá teknisku nevnd.

Mál: 546-1-2019 – Vinnuøki og bryggja á Hulki
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Fíggjarnevndin lagt málið fyri kommunustýrið. Mælt verður til at játta kr. 175.000 til uppfylling av gróti norðan fyri og sunnan fyri nýggju bryggjuna.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá fíggjarnevndini. Víst verður til ÍL 751.

Mál: 546-5-2020 – Grótkastið í Heygsstøð
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Fíggjarnevndin lagt málið fyri kommunustýrið.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum og gera eina kanning av innsiglingini av bátahylinum í Heygsstøð, vísandi til ÍL 781.

Mál: 544-10-2020 – Vetrarhald 2021
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Fíggjarnevndin leggur uppskot til avtalu við arbeiðstakara um vetrarhald í 2021.
Avgerð: Samtykt at gera avtalu við arbeiðstakara um vetrarhald í 2021.

Mál: 104-9-2019 – Gamla missiónshúsið
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Fíggjarnevndin heitir á kommunustýrið um at játta kr. 150.000 afturat til niðurtøku og burturbeining av húsinum.
Avgerð: Samtykt við fyrstu viðgerð. Onnur viðgerð verður 14. desember.

Mál: 542-63-2020 – Garður á matr. nr. 367a, í Heygsstøð
Reist av: Mowi Faroes 
Málslýsing: Tekniska nevnd og fíggjarnevndin mæla til, at garður verður stoyptur á matr. nr. 367a oman fyri virkið í Heygsstøð.
Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælunum og játta kr. 150.000 til at stoypa garðin, vísandi til RS-750.

 

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
19. mar 2024
Kommunustýrisfundur 18.03.2024
28. feb 2024
Kommunustýrisfundur 26.02.2024
30. jan 2024
Kommunustýrisfundur 29. januar
12. des 2023
Kommunustýrisfundur 11.12.2023
21. nov 2023
Kommunustýrisfundur 20.11.2023
24. okt 2023
Kommunustýrisfundur 23.10.2023
27. sep 2023
Kommunustýrisfundur 25.09.2023
29. aug 2023
Kommunustýrisfundur 28.08.2023

Send boð til Sjóvar kommunu