Tíðindi
23. nov 2020
Sólja skoraði ársins mál, tá U15-genturnar hjá Skála vunnu steypafinalu
U15-genturnar hjá Skála vunnu í gjár steypafinaluna um Eilif Arge steypið móti HB.
Dysturin endaði 1-0 til Skála.
Talan var um ein javnan dyst, har avgerðin fall tá fýra minuttir vóru eftir at leika. Sólja Ernstsdóttir tó sakina í egnar hendur tá hon streyk avstað, og við góðum skoti frá brotsteigarmarkinum, langaði hon bóltin í málið.
Ársins mál siga fleiri - tit kunnu sjálvi hyggja eftir málinum her: https://www.facebook.com/Televarp/posts/1257215854662695
Sjóvar kommuna ynskir U15-gentunum hjartaliga til lukku við flotta finalusigrinum.
Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
17. nov 2026
Minnisøkið í Kolbeinagjógv
13. nov 2026
Kommunustýrisfundur 19. nov.
13. nov 2026
Landsstýrismaðurin er sinnaður at viðgera málið um rundkoyring
12. nov 2026
Skattalistin fyri 2025
10. nov 2026
Fíggjarnevndarfundur 09.11.2026
09. nov 2026
Marknaðardagur í bygdahúsinum 15. nov.
09. nov 2026
Lítlifløttur 20 ár
04. nov 2026