Tíðindi

22. nov 2020

Bokashi tiltak á Strondum 26. november

Sjóvar kommuna og IRF skipa fyri áhugaverdum Bokashi tiltaki í bio-salinum í bygdahúsinum á Strondum hósdagin 26. november kl. 19.00.

Tiltakið er ein liður í royndarverkætlanini, har Sjóvar kommuna bjóðar borgarum sínum møguleikan at endurvinna matloyvdir heima við hús. Les meir um hesa verkætlan her.

Súsanna Berg, umhvørvisleiðari hjá IRF, kemur at greiða frá, hvussu ein endurnýtir matleivdir við Bokashi. Eisini verður møguligt at seta spurningar.

Til tiltakið verða Bokashi-settini útvegað teimum, sum hava skrivað seg upp á listan hjá Sjóvar kommunu. Tað eru Sjóvar kommunu og IRF, sum bera kostnaðin av hesari verkætlan.

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, eisini tey, sum ikki hava meldað seg til royndarverkætlanina, men bert ynskja at vita meir um Bokashi.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
03. mar 2026
Ársaðalfundur hjá Stráluni
17. mar 2026
Valevnislistar til Løgtingsvalið 2026
17. mar 2026
Valevnalistar til fólka­tingsvalið 2026
13. mar 2026
”Saman um bygdina” – Nýggj stuðuls­skipan til smærri alment gagnligar verkætlanir
13. mar 2026
Løgtingsvalið - brævatkvøður og valkort
13. mar 2026
Fólka­tingsvalið - brævatkvøður og valkort
06. mar 2026
Vallistar
06. mar 2026
Ástaðarfundur um minnisstei­nar í Kolbeinagjógv

Send boð til Sjóvar kommunu