Tíðindi

09. okt 2020

Endurvinn matleivdir við hús

Sjóvar kommuna fer nú eisini undir royndarverkætlanina at bjóða borgarum sínum møguleikan at endurvinna matloyvdir heima við hús.

Verkætlanin er eitt samstarv við IRF, og gongur hon út uppá, at borgarar fáa møguleikan at ogna sær eitt Bokashi-sett ókeypis.

Bokashi-settið inniheldur:

  • 2 bokashi-spannir v/ botnsíl, honk og loki
  • 2 kg av ger
  • 1 stempul
  • 1 máliskeið
  • 1 ílat til bokashi-vætu

Bokashi-spannurnar gera tað ómakaleyst hjá tær at skilja matleivdir frá tínum húsarhaldsburturkasti og gera títt egna sankutøð (kompost). Á henda hátt kanst tú vera við til at halda tilfeingið í matleivdunum í ringrás.

Meir kann lesast um bokashi her: www.irf.fo/bokashi

Ert tú áhugað/ur at at verða við í hesari verkætlan, skalt tú boða Sjóvar kommunu frá hesum við at skriva til sjk@sjovar.fo og viðmerkja, at tú vilt verða við í verkætlanini.

Í fyrstu atløgu hevur Sjóvar kommuna bílagt 40 Bokashi-sett, fyri at meta um, hvør tørvurin og áhugin hjá borgarunum er. 

Tey sum skrivað seg upp, fáa Bokashi-settið á einum kunningarfundi seinni í ár. Meir kunning um hendan fundin kemur seinni.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan setir ymiskar treytir fyri at fyribyrgja smittuspjaðing, tá ein fæst við sankutøð úr køks- og matleivdum. Hesar ásetingar og aðrar upplýsingar um sankutøð eru at finna á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, les meira her.

Eisini er møguligt at innlima seg í føroyska facebook-bólkin "Bokashi sankutøð í Føroyum".

IRF hevur fingið umsett eina føroyska vegleiðing til Boksahi. Tak niður bokashi-vegleiðingina her.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
22. nov 2020
Bokashi tiltak á Strondum 26. november
09. okt 2020
Endurvinn matleivdir við hús
16. sep 2020
Fundur í vinnunevnd­ini 15.09.2020

Send boð til Sjóvar kommunu