Tíðindi

18. sep 2020

Spæliplássið tikið í nýtslu í morgin

Arbeiðið at gera nýggja spæliplássið, ið Sjóvar kommuna í longri tíð hevur arbeitt við, er nú komið so mikið áleiðis, at tað er klárt at takast í nýtslu.

Spæliplássið liggur sunnanfyri Stranda skúla, og síðani leikurnar byrjaðu at koma upp fyri nøkrum vikum síðani, hava børnini staðið spent og bíðað eftir at sleppa at royna spæliplássið. Gummiundirlagið er nú komið á, og tí ynskja vit nú at taka spæliplássið í nýtslu, hóast onkrir snøklar eru eftir at gera í økinum rundan um leikurnar. Hóast spæliplássið liggur við Stranda skúla, og sjálvandi fer at verða nýtt av næmingunum har, er spæliplássið alment fyri øll allar tíðir á degnum.

Í morgin, leygardagin 19. september kl. 16:00, verður spæliplássið alment tikið í nýtslu. Borgarstjórin, Artur Johansen, sigur nøkur orð, og síðani sleppa børnini framat at royna spæliplássið. Kommunan bjóðar kaffi og okkurt til børnini.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
28. sep 2026
Sjómansk­vinnu­ringu­rin byrjar aftur
25. sep 2026
Tónleika-Kafé
23. sep 2026
Talvvenjing byrjar aftur
17. sep 2026
Kommunustýrisfundur 24. sep.
15. sep 2026
Garagan hjá Georg verður tikin niður
09. sep 2026
Stongt vegna starvs­fólkadag
09. sep 2026
Morgunkaffi byrjar aftur
04. sep 2026
FM á langteini í súkkling í morgin, 5. sep.

Send boð til Sjóvar kommunu