Tíðindi

10. jul 2020

Konsert við Feyd í bygdahúsinum á Strondum - Summartónar

Summartónar skipar fyri konsert í bio-salinum í bygdahúsinum á Strondum leygardagin 1. august kl. 16.00.

Feyd er duo, ið er mannað av klassiska saxofonistinum, Kristinu Thede Johansen og rytmiska guitaristinum, Ólavi Eyðunsson Gaard. Saman royna tey at kanna hvat fyri tónleikur kann koma burturúr, tá klassiski og rytmiski tónleikaheimarnir møtast. 

Kristina og Ólavur hava drúgvar royndir, og hava spælt nógvar konsertir bæði í Føroyum og úti í heimi. Í summar fara tey at spæla tónleik við íblástri úr Føroyska og norðurlendska sangskattinum.

Atgongumerki til konsertina fáast við dyrnar fyri kr. 100.

Fyri at dáma og deila mást tú samtykkja nýtslu av kennifílum í bólkingini: "Betra um brúkaraupplivingina".
Broyt samtykki
24. apr 2024
Kom so, kom so St.Í.F
24. apr 2024
Kommunustýrisfundur 29. apríl
22. apr 2024
Flaggdagshald á Strondum
19. apr 2024
Annar hálvfinaludystu­rin verður í morgin
16. apr 2024
Myndir og setanarrøðan frá kvøldskúla­framsýning­ini 2024
15. apr 2024
Steypakapping í talvi í bygdahúsi­num á Strondum
15. apr 2024
Ársaðalfundur hjá pensjónista­felagnum
15. apr 2024
Aðalfundur hjá Stranda Talvfelag

Send boð til Sjóvar kommunu